Nú fæst blind Barbie-dukka

Fyri fyrstu ferð hevur Mattel framleitt blinda Barbie-dukku

(Mynd: Mattel)

Í dag er ein Barbie-dukka, sum hevur sjónarbrek, komin í fyrstu handlarnar.

 

Tað skrivar Ritzau.

 

Hetta er fyrstu ferð, at amerikanska fyritøkan Mattel, sum framleiðir kendu Barbie-dukkurnar, hevur gjørt eina blinda dukku. Dukkan er ment í samstarvi við American Foundation for the Blin, sum er felag fyri sjónveik og blind.

 

Í pakkanum saman við dukkuni eru sólbrillur og ein reyður og hvítur stavur.

 

Hjá Dansk Blindesamfund, sum Ritzau hevur tosað við, fegnast tey um nýggju dukkuna.

 

– Vit eru fegin um, at leikur verða meira fjølbroyttar. Sambært ST bera 15 prosent av fólkinum í heiminum okkurt slag av breki, og tí er tað gott, at tey eisini verða umboðað í leikum, sigur Diana Stentoft, næstforkvinna við Ritzau.

 

 

 

 

 

(Mynd: Mattel)