Nú fellur hamarin

Nú fara tey at fáa bót, sum koyra við summardekkum í hálku

 

Fyrr í vetur komu nýggja reglur í gildi sum siga, at nú er tað bannað at koyra við summardekkum um veturin, tá ið vandi er fyri hálku.

 

Síðani tá hava nakrir hálkudagar verið.

 

Men Løgreglan hevur mett, at bilførarar skuldu hava høvi til at venja seg við nýggju reglarnar og tískil hava tey ikki verið so íðin at geva bilførarum bót fyri at koyra við summardekkum, tá ið holt er.

 

Higartil hevur løgreglan sostatt ikki gjørt so nógv burtur úr at geva teimum bót, sum hava koyrt við summardekkum, hóast tað er hált.

 

Hinvegin eru tey sum heild sloppin við eini áminning higartil.

 

Men Jan Fossaberg, løgreglumaður, sigur, at nú fer av álvara at líða við tilvenjingartíðini og at løgreglan nú fer at geva teimum bót, sum koyra við summardekkum, tá ið tað er hált.

 

Hann dugir ikki at siga, hvussu umfatandi trupulleikin er.

 

Men hann hevur sjálvur sæð, at tað enn eru bilførarir, sum hava summardekk undir bilinum.

 

- Eg síggi tað undir bilum, sum standa parkeraðir ymsastaðni og eg havi sæð tað í hálku, har bilar ikki hava klárað seg, tí at teir bara hava havt summardekk undir, sigur Jan Fossaberg.

 

Og nú eru tilvenjingartíðin við at vera farin, so tá ið tað aftur verður hált, kunnu bilførarar, sum verða tiknir við summardekkum undir bilinum, vænta at fáa bót, sigur Jan Fossaberg.