Nú fingu Hallur og Páll og Árni og hinir bilbukt við B36

Við 3-0 sigri í Gundadali í kvøld hevur KÍ fyri fyrstu ferð yvirhøvur vunnið tríggjar landskappingardystiri sama ári ímóti árstalsfelagnum

Vónbrotið í Ungarn hóskvøldið var tað einki at síggja til, tá ið KÍ í góðveðrinum í kvøld var í  B36.Gundadali.

 

Síðani kappingin í 2005 varð broytt frá at vera kapping við tveimum dystum ímóti hvørjum – á heimavølli og útivølli – og til at vera kapping, sum fevnir um tríggjar uppgerðir ímóti hvørjum øðrum, er tað ongantíð eydnast KÍ at vinna allar dystirnar ímóti í einum kappingarári ímóti B36.

 

Í fínum líkindum í Gundadali í kvøld gjørdi KÍ upp við hesi keðiligu hagtølini. Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísir 0-3.

 

Sigurin ber við sær, at KÍ heldur tørn um oddasessin og frástøðuna aftur til HB, sum nú er einsamalt á næstfremsta plássi. Sunnudagin verður 24. august. Tann dagin vera tað 121 ár síðani,at Klaksvíkar Ítróttarfelag varð stovnað, og á 121 ára stovningardegnum fer KÍ at spæla á heimavølli ímóti HB.

 

KÍ verður framvegis stórfavorittur at vinna FM, um HB sunnudagin fer úr Klaksvík við øllum stigunum. Um KÍ, sum ikki hevur tapt higartil í ár, fer at vinna fulla úrtøku ímóti HB, so verður tað mest sum greitt, at KÍ verður meistari.

 

Í kvøld spældi KÍ heimaliðið í Gundadali sundur og saman. Klaksvíkingar vóru nógv meiri á bóltinum, og teir dugdu sera væl at finna hvønn annan, meðan heimamenninir fyri tað mesta runnu aftaná og millum teir bláu og hvítu.

 

Tá eitt stórt korter var farið, legði KÍ seg á odda við hepnum máli. KÍ spældi seg í fína støðu, og tað vóru tvær støður, sum kundu borið mál við sær, áðrenn B36 verjan royndi at sparka burtur. Bólturin rakti í Hall Hansson og sprakk so í málið.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin tóku gestirnir spenningin úr uppgerðini. Daniel Johansen hevði ongan mann á sær, tá ið hann legði úr vinstru og neyvt fram til handara stólpa, har Páll A. Klettskarð við høvdinum stýrdi bóltin í handara síðunet.

 

Seks minuttir undan leikloki staðfesti Árni Frederiksberg trivaliga KÍ sigurin, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu setti bóltin framvið Silasi Eyðsteinsson.

 

-Hetta var staðfesting av, at talan var um professionelt lið, sum megnar at varðveita fokus, hóast talan var um stórt vónbrot, tá ið vit hóskvøldið taptu í Ungarn. Undan steðginum var munurin ikki heilt so stórur, men eftir steðgin settu við tingini upp á pláss, og hetta var sannførandi avrik, sigur Odmar Færø í samrøðu við FM1 útvarpið. Hann var ikki á vøllinum eftir steðgin. Tað var stoyturin, sum hann fekk í Ungarn hóskvøldið, ið var orsøkin til, at Odmar ikki kom á steðgin eftir steðgin.

 

Sunnudagin fær B36 vitjan av B68. Tølini hava ikki verið hugalig fleiri tær seinastu ferðirnar. 6. juli endaði grannauppgerðin ímóti HB 2-2. Síðani tá hevur B36 tapt á ólavsøku ímóti TB, 4-2 á útivølli ímóti Víkingi og í kvøld 3-0 á heimavølli ímóti KÍ.

 

Málið hjá B36 er at vinna europeisk atgongumerki. Nú hevur B36 á fimta plássi við 25 stigum. Tað eru seks stig fram til Víking og fjórða plássið.

 

-3-0 tap boðar frá muni á liðunum. KÍ eigur gott lið, men undan steðginum var ikki so stórur munur á. Eftir steðgin gjørdu vit nøkur mistøk, og tey revsaði KÍ eirindarleyst. Hóast vit taptu 3-0, so eiga okkara spælarar rós fyri, at teir stríddust og arbeiddu alla tíðina, sigur Jákup Martin Joensen venjari hjá B36.

 

 

 

B36 – KÍ 0-3 (0-1)

 

0-1: Hallur Hansson 17.

 

0-2: Páll A. Klettskarð

 

0-3: Àrni Frederiksberg

 

Dómari: Kári á Høvdanum

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Bogi Reinert-Petersen, Børge Petersen, Mattias Weihe Joensen, Tobias Hansen – Djóni Sivertsen, Mattias Hellisdal, Jógvan Kárason Gullfoss –Hannes Agnarsson, Pætur J. Petersen,

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Telledhea, Daniel Johansen – Hallur Hansson, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Mads Bo Mikkelsen, Filip Brattbakk – Páll A. Klettskarð