Nu hóttir regnið aftur

DMI roknar við regndropum í kvøld

Góðveðrið heldur fram í dag, men í kvøld hóttir regn aftur.

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður 5-10 m/s av eystri, sum út á dagin fer í landnyðring og minkar til 2-7 m/s. Turt og nakað av sól.

Í kvøld verður meira skýggjað og í støðum regn.

Hitin verður millum 9 og 13 stig.

Í nátt verður 2-7 m/s av norði, skýggjað, og ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig.