Nú hanga tvær greipur í Hoyvík

Hondbóltur menn: Fyrr í ár vunnu H71 kvinnurnar greipuna, og í kvøld hava H71 menninir tryggjað sær FM og harvið greipuna (dagført)

Tað er søga skrivað  í hondbóltinum í Hoyvík í kvøld. H71 hevur við 25 – 21 sigri í fjórðu FM finaluni tryggjað sær FM heitið. Hetta er sjeynda ferðin, at H71 vinnur FM í manshondbólti. Fyrr í ár vunnu H71 menninir steypafinaluna, og hetta er triðja ferðin, at H71 vinnur greipuna í manshondbólti. H71 hevur fyrr í ár vunnið bæði FM og steypakappingina í kvinnuhondbólti.

 

At H71 í kvøld hevur tryggjað FM er heilt søguligt á tann hátt, at hetta er fyrsta ferðin, at bæði kvinnuliðið og mansliðið hjá H71 hevur vunnið greipuna.

 

Í tveimum teimum undanfarnu finalunum hevur stóri trupulleikin hjá VÍF verið, at talan í fyrra hálvleiki hevur verið um so laka úrtøku. Soleiðis var tað ikki í kvøld. VÍF legði fyri sum eitt ódnarveður, og tá ið 11 minuttir vóru farnir, var støðan 6-1 til VÍF. So tók H71 venjarin timeout, og tann stutta ráðleggingin hjálpti, tí støðan vendi til 7-5 til VÍF, og tríggjar minuttir undan steðginum var 10-10.

 

Hálvleiksstøðan var 13-12, og tá ið 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, var støðan 15 – 15. So royndi H71 seg við 7 ímóti 6, og við Peter Krogh á strikuni. Tá fór heimaliðið av álvara at draga frá, meðan vestmenningar ikki megnaðu at skora mál í meiri enn 10 minuttir. H71 legði seg á odda og økti til 19 – 15, og síðani var heimaleiðslan ongantíð minni enn trý mál.

 

-Í kvøld eins og tvær tær undanfarnu ferðirnar tóku vit ikki av, tá ið vit høvdu møguleikan, og tí er H71 uppiborin FM vinnari. Peter Krogh og Niklas Højgaard Hanusarson eru múrur í verjuni, og Rói Ellefsen á Skipagøtu stýrir álopsspælinum væl. Tí er H71 meistari. Fyrstu løtuna vóru vit øgiliga tendraðir, nú vit høvdu knívin á barkanum. Tá skoraðu vit, og Mladen bjargaði fleiri ferðir, so talan tá var um nøkur løtt mál, men so fingu teir tak á verjuspælinum, sigur VÍF veteranurin Agnar Joensen við Ásbjørn Nattestad hjá midlar.fo.

 

-Vit hava fleiri nýggjar spælarar, og tíðliga í kappingarárinum taptu vit fleiri dystir. Men vit hava verið treiskir og vant nógv, og tað hevur av álvara givið úrslit, nú vit hava vunnið greipuna, sigur Bogi Hansen hjá H71.

 

-Tað var hugaligt at vinna FM á heimavølli. Eg havi verið nógv skaddur, men kortini havi eg kent meg sum part av hópinum, og hóast tað ikki var gott fyrstu mánaðirnar, so hava vit vitað, at vit fóru at sláa til, tá ið tað galt um, sigur Niklas Højgaard Hanusarson, sum ikki heldur fram í H71.

 

Millum aðrar, sum eisini gevast í H71 eru venjarin Simon Olsen og verjukempan Peter Krogh, sum saman við Róa Ellefsen á Skipagøtu var toppskjútti hjá H71 við sjey málum. Og so er  tað málverjin Pauli Jacobsen, sum í kvøld var framúr. Hann fer næsta kappingarár at royna seg í donskum hondbólti.

 

Hjá VÍF var Filip Jojic toppskjútti við fimm málum.

 

Dómaraseðilin

 

https://files.hsf.fo/matches/reports/1j3RQzjIffSmazvXxWvh.pdf