Nú hevur Smyril loyst frá landi í Danmark

Hann hevur verið til eftirlit, men nú er hann farin í royndarsigling

Fyri eini løtu síðani loysti Smyril frá landi aftur á skipasmiðjuni í Munkebø á Fjóni, har hann hevur verið til eftirlit. Men sambært myndugleikunum er tað enn ov tíðliga at siga, nær hann kemur aftur til Føroya og verður settur í regluliga rutusigling aftur. Tá ið hann hevur loyst frá landi nú á miðdegi, er tað nevniliga tí, at hann skal  á »trialsail«, tað vil siga, at hann er farin á ein tekniskan royndartúr fyri at vita um tað, sum er gjørt, riggar, sum tað skal, ella um fleiri ábøtur, ella stillingar krevjast. Kósin er sett ímóti Skagen, har hann verður klokkan 11 í kvøld.

 

Úrslitið av royndartúrinum verður so avgerðandi fyri, nær hann so kann seta kósina ímóti Føroyum. Eftir upprunaligu ætlanini skal hann setast aftur í sigling ímillum Suðuroynna og Havnina um eina viku.