Nú kemur lív í

Samgongan hevur í morgun lagt fram sínar broytingar til fíggjarlógina fyri 2016.

- Nógv hava bíðað langa tíð eftir okkum, nú tað hevur verið so friðarligt politiskt. Vit eru øll her, og vit hava øll tað gott.


Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá hann í morgun bjóðaði vælkomin til tíðindafund, har samgongan legði fram tær broytingarnar í fíggjarlógini, ið tey høvdu lova skuldu koma.


Harvið hevur almenningurin nú fingið fyrsta veruliga innlitið í hvørja ætlanir nýggja samgongan hevur fyri landið.


Arbeitt hevur verið við broytingunum í tveir mánaðir, og løgmaður legði dent á, at tað er við vilja, tí man ynskti at gera eitt uppskot, ið ikki má broytast í heilum.


Yvirskriftin fyri fíggjarlógina er tann sama, ið tað var fyri samgonguskjalið, nevniliga Samhaldsfesti, Sjálvbjargni og Frælsi.


Talan er um umfatandi broytingar, har samgongan hevur, sum lovað, lækka um skattin hjá lág- og miðalløntum, men serliga er tað nýggj og broytt avgjøld, ið eyðkenna nýggja skattapolitikkin hjá føroyingum.


Fleiri greinar verður lagdar á in.fo gjøgnum dagin um broytingarnar, men í høvuðsheitum, so verður avgjaldið á bensin og olju hækkað, kringvarpsgjaldið verður munandi broytt, ferðastuðul verður hækkaður og alivinnan skal rinda meira.