Skattauppgerðirnar fyri 2014 eru nakað seinkaðar orsaka av tekniskum avbjóðingum, men nú eru tær gjørdar.
Tey, sum hava Mínboks, hava fingið uppgerðirnar í talgilta postkassan, og tey, sum ikki hava Mínboks, fáa uppgerðirnar við postinum í komandi viku.
Taks boðar eisini frá, at summi fáa ikki eina skattauppgerð, men ístaðin eitt bræv um at lata sjálvuppgávu inn. Hesi brøvini verða send samstundis sum skattauppgerðirnar. Freistin at lata sjálvuppgávu inn er 4. mai 2015.