Nú stríðið upp undir løgtingsvalið um tríggjar vikur vindur alt meiri upp á seg, hoyra vit tey, sum bjóða seg fram, tosa um fullveldi, sjálvstýri og onnur hugtøk, sum eru við til at lýsa støðuna hjá okkara oyggjalandi og viðurskiftini við Danmark og umheimin annars.
Føroyski fóltbóltsheimurin tók longu í 1979 loysing. Tá varð Fótbóltssamband Føroya, FSF, sett á stovn. Síðani tá hevur føroyskur fótbóltur umboðað seg sjálvan í altjóða høpi, umframt at FSF hevur lagt allar kappingar heima á landi til rættis.
Og um vit eina lítla løtu afturat sammeta fótbóltin við politiska orðaskiftið, so kunnu vit bara staðfesta, at síðsta vikuskifti styrktu føroyingar um sínar fyritreytir at skipa fótbóltin í egnum landi uttan hjálp frá øðrum.
Útbúgvingarnar
Leygardagin tóku tveir av royndastu dómarunum í landinum, Egga Jensen og Niklas á Líðarenda, prógv sum tað, teir kalla lógtulkarar. Útbúgvingin gevur rætt til at vera próvdómari hjá teimum, sum fara upp til dómarapróvtøku.
Teir, sum fara til slíka próvtøku, hava altíð drúgvar royndir í dómarayrkinum, og teir skulu hava lokið prógv sum tað teir kalla dómarainstruktørar.
Egga Jensen tók instruktør útbúgvingina fyri fýra árum síðani, og Niklas á Líðarenda leyk prógvið fyri einum góðum ári síðani.
Instruktørútbúgvingin gevur rætt til upplæring av nýggjum dómarum. Heima á landi eru tað bara teir báðir omanfyri nevndu, sum hava hesar báðar útbúgvingarnar.
Hjálpsamir danir
Venda vit aftur til politisku samanberingarnar, so var tað aftur í hesum førinum við góðari hjálp úr Danmark, at teir báðir fótbóltsdómararnir fingu møguleika at taka hægstu útbúgvingina.
Danir eru høgt mettir kring Evropa fyri sína útbúgvingarskipan innan fótbólt. Hetta er eisini galdandi fyri dómarapartin, og um vikuskiftið vóru tríggir úr tí teir kalla lógarbólkinum hjá DBU í Føroyum og høvdu ábyrgdina av próvtøkuni. Teir tríggir danirnir vóru Finn Jensen, Jan Carlsen og Henning Sørensen.
Samstarvið heldur fram
Stendur tað til nýggju lógtulkararnar, so verður ikki kvett á stokkinum, nú føroyskir dómarar kunnu syrgja fyri øllum viðurskiftum heima á landi.
? Vit vóna og rokna við, at sambandið verður varðveitt, og at vit framvegis kunnu fáa vegleiðing og íblástur frá donsku vinmonnum okkara, sigur Niklas á Líðarenda og vísir á, at danir gera nógv frálærutilfar, sum føroyingar eisini í framtíðini kunnu fáa gagn av, samstundis sum sambandið við danir er ein trygd fyri, at støðið á útbúgvingini í Føroyum verður varðveitt. Fleiri av dønunum eru høgt virdir menn, sum ferðast í kring Evropa og harvið hava teir fingurin á pulsinum og eru tískil ein trygd fyri, hvat skal til fyri at halda støðið.
Gongur rætta vegin
Niklas á Líðarenda sigur, at tað hevði verið kærkomið, um aðrir dómarar royndu at fáa sær instruktør útbúgvingina:
? Nú hava vit báðir rætt at vera próvdómarar, men so leingi sum vit skulu taka okkum av frálæruni, so fer tað ikki at bera til hjá okkum eisini at vera próvdómarar. Sum í øllum øðrum útbúgvingum, so er tað eisini galdandi í hesari útbúgvingini, at próvdómarin skal koma úti frá.
Niklas á Líðarenda heldur, at dómaraparturin í føroyskum fótbólti hevur ment seg seinnu árini, og hann roknar við, at omanfyri nevnda eisini fer at koma upp á pláss:
? Tað eru ikki so ógvuliga nógv ár síðani, at flestu dómararnir vóru aktivir spælarar. Nú eru tað fleiri, sum taka dómarauppgávuna á seg, tá teir eru givnir at spæla, og vit hava eisini fleiri dømi um, at ungir menn seta dømingina fremst, og tað boðar frá góðum. Skal nakað spyrjast burturúr, so skal uppgávan takast í álvara og ikki bara vera ein viðfáningur, og tað haldi eg verður, heldur annar av nýggju lógtulkarunum.