Nú lurta fólk eftir ávaringunum

Men onkur bilur hevur rent seg fastan í morgun

Hetta kann ikki samaberast við í gjár.

Tað siga tey á løgregluni í Havn.

Tað er framvegis ikki koyrandi um stóran part av meginøkinum, í Eysturoy, Streymoy og í Vágum.

Samstundis er mælt frá at koyra ímillum bygdir í megiøkinum, tí tað er bara í Suðuroy, í Sandoy og í Norðoyggjum, at tað er koyrandi.

 

Í gjár var heldur ikki koyrandi, men tá vóru tað nógvir bilførarar sum treiskaðust og fóru avstað kortini og tískil stóð eitt ótal av bilum veðurfastir runt umkring.

Men tað skal eisini sigast, at nakrir bilførarar vóru farnir avstað, áðrenn frámælið um at koyra, kom, tí tað var rættiliga knappliga, at tað versnaði so illa, at mælt varð frá at koyra ímillum bygdir.

Men nógvir bilførarar tóku ikki ávaringina til eftirtektar og rendu seg fastar.

Men løgreglan sigur, at í morgun bilførarar tikið ávaringarnar til eftirtektar, tí tað er ógvuliga lítil ferðsla í morgun.

Treyðugt so hevur onkur bilur rent seg fastan í morgnum á kollafjarðarleiðini.

- Men ferðslan í morgun er so lítil, at tað kann ikki samanberast við í gjár, sigur løgreglan.

 

Tey siga, at nakrir bilar hava staðið og krokað í Vágatunlinum í nátt og nú verður roynt at fáa teir úr tunlinum aftutr, tey sleppa ikki vestur í Vágar, men til inn á Streymoynna, siga tey hjá løgregluni.

Annars er øll koyring hjá Bygdaleiðum avlýst, uttan í Suðuroy og í Sandoy og eisini flogferðslan er illa darvað.

 

Ætlanin er at fáa eitt flogfar avstað nú í morgun. Tað er flogfarið, sum skuldi fara í gjáramorgun og har ferðafólkið var komið vestur í Vágar.

Annars er óvist hvussu verður við flogferðsluni, tað í eftir er á degnum, tí tað er ikki koyrandi vestur í Vágar.