Gera politikarar álvara av ætlanini at brúka pengarnar úr Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum, til undirsjóvartunlar, mugu føroyingar gera uppreistur.
Tað sigur Ingeborg Vinther, sum hevur verið stýrislimur í Samhaldsfasta í nógv ár, sum fór frá í vár.
Dimmalætting skrivaði í gjár, at ein møguleiki, politikarar arbeiða við í eini roynd at útvega fígging til Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil, er at fáa Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin at seta pengar í tunlarnar.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag eitt mannaminni, heldur, at hetta kunnu fakfeløg og arbeiðsgevarar ómøguligt góðtaka.
- Samhaldsfasti er ein grunnur, partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga og skulu hava ræðið á, staðfestir hon.
- Tað hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum verið púra samd í. Tað einasta, landið hevur goldið í Samhaldsfasta er vanliga gjaldið av útgoldnum lønum.
- Higartil hevur tað verið Landsbankin, sum hevur umsiti Samhaldsfasta og tað hava vit verið serstakliga væl nøgd við, sigur Ingeborg Vinther.
Men tá ið Landsbankin varð avtikin, ávaraðu vit nettupp ímóti hesum, at politikarar fóru at leggjast á fæið úr Samhaldsfasta, sum er ein heil milliard.
Ingeborg Vinther sigur, at tað má ikki henda, at politikarar røra Samhaldsfasta.
- Hendir tað, mugu fakfeløg og føroyingar allir, gera uppreistur at forða fyri tí.
- Fáa politikarar fyrst ræðið á Samhaldsfasta til undirsjóvartunlar, er tað ikki til at vita, hvat tað næsta verður og so er vandi fyri, at grundarlagið verður tikið undan honum, áðrenn vit vita av, og so er pensjónin hjá føroyingum í vanda, sigur fyrrverandi fakfelagsleiðarin.