Nú mugu vit taka støðu fyri tey

Landsstýrið hevur ikki funnið eina støðu í málinum um vaktarskip. Tí má løgtingið gera tað

Tað verður meiri ivingarsamt um uppskotið frá javnaðarflokkinum um at brúka 900.000 krónur í ár til nýtt vaktarskip.

Javnaðarflokkurin skeyt upp at játta 900.000 kronur at kanna prís og at gera skitsu projekt av nýggjum vaktarskipið.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið, men har fær tað ikki undirtøku.

Meirilutin, sum eru Sune Jacobsen, Eyðun Viderø, Ernst Hansen og Helena Dam á Neystabø vilja ikki taka undir við uppskotinum.


Mugu taka tøðu fyri tey

Men tað ger minnilutin, sum eru Jóannes Eidesgaard, Finnbogi Ísakson og Petur Jacobsen, sum er varamaður fyri Tord Nicasen.

Teir tríggir siga, at av tí at landssttýrið, og samgongan ikki hava funnið eina støðu í málinum, er tað neyðugt, at tingið tekur støðu til, um nýtt vaktarskip skal byggjast.

Í viðgerðini hevur fíggjarnevndin havt fund við John Petersen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, sum upplýsti fyri nevndini, at seinast í áttatiárunum varð uppskot gjørt til nýtt vakarskip, sum var 50 metrar langt.

Hann greiddi eisini nevndini frá, at krøvini til eitt 50 metrar langt skip eru strangari enn tey eru til eitt skip, styttri enn 50 metrar.

Minnilutin í fíggjarnevndini mælir til, at nýtt vaktarskip verður bygt skjótast gjørligt.

Minnlutin mælir eisini til, at tað verður bygt so stórt, at tað kann brúkast sum vaktar og bjargingarskip í eini komandi oljuvinnu.

Og til tað er eitt skip uppá 50 metrar ov lítið.

Tí mæla teir til at byggja eitt skip uppá 60-70 metrar