Nú prutlar undir Jørgen Niclasen

Orrustan í Fólkaflokkinum tykist ikki hava lagt seg, og nógvar atfinningar koma nú innanhýsis frá, sum peika beint ímóti formanninum Jørgen Niclasen.

Jørgen Niclasen tók við sum formaður í Fólkaflokkinum í 2007, tá millum annað Bjarni Djurholm eisini lá framvið at gerast formaður. Men praktiskt viðurskifti um, hvussu formaðurin í Fólkaflokkinum skuldi veljast, forðaðu Bjarna Djurholm í royndunum. Síðani tá hevur Jørgen Niclasen sitið tryggur. Í 2011 royndi Annika Olsen at stilla upp ímóti Jørgen Niclasen, men tað miseydnaðist eisini henni.

Fyrsta valið hjá Jørgen Niclasen sum formanni var í 2008, tá Fólkaflokkurin gjørdist triðstørstur. Á øðrum vali hansara í 2011 gjørdist Fólkaflokkurin næststørstur. Í 2015 fekk flokkurin eitt bakkast og datt niður aftur á triðja pláss – og á seinasta løgtingsvali í 2019 gjørdist Fólkaflokkurin størstur.

So tað er ikki tí, at tað ikki hevur eydnast hjá Fólkaflokkinum – »ella hjá mær«, sum Jørgen Niclasen málbar seg í Degi og Viku í kvøld.

 

Eftir orrustuna, sum kom í hæddina 20. desember í fjør, tá Fólkaflokkurin tók tað púra óvanliga stigið at taka tvey fólk úr landsstýrinum fyri at reka Anniku Olsen av tingi.

 

Sjálvt um jólafriðurin hevur seinkað tilgongdini at velja nýggj landsstýrisfólk, so hevur flokkurin hildið fast um støðuna, at Annika Olsen ikki undir nøkrum umstøðum skuldi sleppa aftur í tingið.

 

Tað førdi til, at Brandur Sandoy á Sandi eisini skuldi ofrast, tí hann er triðja varafólk, meðan Annika Olsen er annað varafólk. Hann hevur í dag meldað seg úr Fólkaflokkinum, sum hann heldur vera ov konservativan.

 

– Eg vildi ynskt, at flokkurin var meira liberalur og flutti seg inn ímóti miðjuni.

 

Tann støðan, at Annika Olsen ikki skuldi sleppa á ting aftur, førdi til, at nýggju landsstýrisfólkini skuldu veljast uttan fyri tingmanningina.

 

Havnar Framburðsfelag valdi Sólvit Nolsø sum teirra valevni, meðan størsta valfelagið hjá Fólkaflokkinum, Norðoya Fólkafloksfelag, segði, at tað kundi verða Beinir Johannesen, Jóhanna Christiansen ella Gunvá við Keldu.

 

Tað var ikki tað, sum tingbólkurin vildi. Tí var ringt til Árna Skaale klokkan hálvgu tvey í gjár, at spyrja, um hann vildi vera nýggi fiskimálaráðharrin hjá Fólkaflokkinum. Árni Skaale var tá ikki limur í Fólkaflokkinum. Men hann meldaði seg inn í flokkin seinni í gjár.

 

Símun Gullaksen, formaður í Norðoya Fólkafloksfelag, var ikki mjúkur í oðrum um formannin í Degi og Viku í kvøld og mælti beinleiðis til at velja nýggjan formann.

 

Bjarni Djurholm í Havn, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, var í Degi og Viku eisini sera atfinningarsamur ímóti formanninum. Hann segði, at flokkurin er klovanður og orsøkin er, at formaðurin bert hevur arbeitt fyri parti av tingmanningini.

 

– Tað er ikki Fólkaflokkurin, sum hevur ein formann. Tað er formaðurin, sum hevur ein flokk, segði Bjarni Djurholm.

 

Heðin Zachariasen, løgtingsmaður, sum er fyrsti varamaður, og sum tí slapp at vera sitandi í tingbólkinum, tí hann var framman fyri Anniku Olsen, var eisini sera misnøgdur í Degi og Viku í kvøld.

 

– Eg taki avstand frá hasum mátanum at arbeiða uppá og taki als ikki undir við tilgongdini at velja landsstýrisfólkini, segði hann við Deg og Viku.

 

– Flokkurin flytur seg ov nógv burtur frá stevnuskránni sum ein vinnuflokkur og førir ein heilt annan politikk, segði hann.

 

Tað er ikki vanligt, at so nógv so týðandi fólk í Fólkaflokkinum finnast at formanninum. Tað er nú eitt týðuligt stríð í Fólkaflokkinum, millum tey konservativu, sum eru í meiriluta í tingbólkinum, og tey sosial liberalu.

 

Tað er floksleiðslan í Fólkaflokkinum, sum velur formannin á hvørjum ári undan landsfundinum. Landsfundurin hjá Fólkaflokkinum, sum skuldi havt veirð í Vestmanna 13. november í fjør, varð útsettur vegna koronustøðuna, og nýggur fundur er ikki ásettur.

 

Men tað eru bara løgtings- og landsstýrisfólkini, sum kunnu seta uppskot fram um formann.

 

Sambært reglununum hjá Fólkaflokkinum, skal eitt uppskot til formann hava í minsta lagi ein triðing av løgtings- og landsstýrisfólkum floksins aftan fyri seg. Tað merkir, at fýra av ting- og landsstýrisfólkum floksins kunnu skjóta upp valevni til formann og harvið vera stillarar.

 

Um bara eitt uppskot er til formann, verður hann valdur uttan atkvøðugreiðslu, og er einki uppskot, so heldur sitandi formaður fram.

 

Fyri at verða valdur til floksformann í Fólkaflokkinum, skal viðkomandi vera løgtings- ella landsstýrisfólk fyri flokkin. Floksformaðurin teknar flokkin í politiskum spurningum og myndar floksins politikk bæði innanfloks og úteftir. Floksformaðurin er samstundis formaður í floksleiðsluni.