- Nú reagera vit upp á boykottið

Landsstýrið er kallað saman í morgin at taka endaliga støðu til, hvat Føroyar skulu gera, nú tað er greitt, at ES-kommissjónin fer at samtykkja og harvið staðfesta boykottið móti Føroyum á fundi týsdagin í næstu viku.

 

- Vit skulu hava tað síðsta uppá pláss á landsstýrisfundinum, og so verður føroyska svarið almannakunngjørt, einaferð í morgin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen í kvøld.

 

Á fiskivinnupolitiska kjakfundinum í skúlanum við Ósánna í kvøld kom enn einaferð greitt til sjóndar, at landsstýrið tvíheldur um at ES brýtur við altjóða rætt.

 

Landsstýrið vísir á ásetingar í Havrættarsáttmálanum, sum greitt tilskila at lond hava skyldu at samráðast um býtið av ferðandi fiskastovnunum. Sáttmálin vísir á greiðar mannagongdir við semingsmanni til at loysa slíkar treytir. Og eisini eiga trætumál at verða løgt fyri ein gerðarætt at viðgera og taka støðu til.

 

Í síni framløgu nevndi Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi á Uttanríkistænastuni í Tinganesi, at landsstýrið eisini fyrireikar eina kæru til heimshandilsfelagsskapin WTO. Kæran kann í princippinum sendast avstað, so skjótt handilsboykottið er komið í gildi. Men tað er so ein politiskur spurningur, hvussu tíðliga tað verður gjørt, vísti Bjørn Kunoy á.

 

Hinvegin er tað ikki aktuelt fyri landsstýrið at brúka ES-dómstólin. Tað tekur drúgva tíð, og harumframt byggir hesin dómstólur á ES-lóggávu. Landsstýrið vil heldur royna málið, har altjóða lóggáva er galdandi.

 

- Vit hava arbeitt við fleiri møguleikum. Og á landsstýrisfundinum koma vit at taka endaliga støðu til, hvørja leið vit fara. Tá verður avgerðin tikin, og hana koma vit so at kunngera, bæði herheima og fyri ES-londunum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

- Nú er ES komið somikið langt við sínum boykotti, at landsstýrið eisini heldur tað vera uppá sítt pláss at melda greitt út, hvat føroyska mótspælið verður, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Hóast frontarnir harvið eru trektir rímuliga hart upp, og ES-boykottið kemur í gildi væntandi 29. august, so ætlar landsstýrið sær framvegis at møta upp til strandalandasamráðingarnar, sum eru avtalaðar at vera fyrst í september.

 

- Vit brúka sjálvi samráðingarskylduna sum argument, og tí møta vit upp, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Hoyr samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Sí fleiri myndir frá fiskivinnupolitiska kjakfundinum í Klaksvík HER.

 

Myndirnar tók Dávur Winther.