Nú skal Barcelona bara um málstrikuna

La Liga: Real Madrid tapti í gjár, meðan FC Barcelona við sigri í seinastu minuttunum er eitt fet frá meistaraheitinum

Bæði FC Barcelona og Real Madrid vóru á vøllunum í gjár í sponsku landskappingini. FC Barcelona hevur greiða leiðslu í oddinum og hon er nú komin upp á 14 stig eftir dystirnar í gjár.

 

FC Barcelona vann tepurt 1-0 á heimavølli móti Osasuna. Gestirnir fyrireika seg til steypafinaluna, sum verður móti Real Madrid leygardagin. Tá so Jorge Herrando eisini bleiv útvístur var lítil ivi um, at heimaliðið fór at vinna.

 

Tað skuldi tó vísa seg at verða torførari enn so. Avgerandi málið kom ikki fyrr enn fimm minuttir fyri tíð, tá innskifti Jordi Alba átti seinasta fótin á einum av fleiri álopum hjá heimaliðnum hesa løtuna. Jordi Alba er ein av spælarunum, sum møguliga er í holt við sítt seinasta kappingarár fyri FC Barcelona.

 

Eftir dystin bleiv bríkslað í gongd í basksika heimstaðnum hjá Real Sociedad, sum hevði Real Madrid á vitjan. Gestirnir hava slept vónini um at røkka meistaraheitinum og fleiri av lyklaspælarunum sótu á bonkinum, nú steypafinalan nærkast.

 

Tað var tó ein av lyklaspælarunum á vøllunum, Eder Militao, sum átti størsta brølaran. Hann spældi Take Kubo hjá Real Sociedad púra leysan, so hesin kundi leggja vertirnar á odda.

 

Tá ein tími var farin fekk royndi høgri bakkurin hjá Real Madrid, Dani Carvajal, sítt seinna gula kort og bleiv harvið útvístur. Heimaliðið setti punktum fimm minuttir fyri tíð við máli, sum Ander Barrenetxea skoraði.

 

Nú er FC Barcelona bara eitt fet frá meistaraheitinum, meðan Real Madrid leggur orkuna í Copa del Rey og Champions League.

 

1Barcelona33264360:1182
2Real Madrid33215769:3268
3Atlético Madrid32206655:2566
4Real Sociedad33187843:2961
5Villarreal321651146:3353
6Real Betis321471139:3749
7Athletic Bilbao321381143:3247
8Girona321281250:4544
9Osasuna331281329:3544
10Rayo Vallecano3211101138:4143
11Mallorca321181331:3541
12Sevilla321181338:4741
13Celta de Vigo321091338:4539
14Almería331061742:5836
15Cádiz328111325:4435
16Real Valladolid321051729:5535
17Valencia32961735:3933
18Getafe327101529:4231
19Espanyol327101538:5331
20Elche33372325:6416

 

Úrslit

 

02.05Real Sociedad2:0Real Madrid
02.05Barcelona1:0Osasuna
02.05Almería2:1Elche
01.05Sevilla0:2Girona
01.05Mallorca1:1Athletic Bilbao