Nú skal landsstýrið burtur úr Smyril Line

Einferð slitnaði ein samgonga av ósemju um uttanlandssigling

 

Hóast Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fyri 43 árum vóru so ósamdir við Fólkaflokkin um uttanlandssiglingina, at samgongan slitnaði, tí Fólkaflokkurin vildi hava siglingina á privatar hendur, so eru tað júst Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, sum nú selja tað síðsta, sum landsstýrið eigur í P/F Smyril Line.

Løgmaður hevur fingið heimild í fíggjarlógini fyri 2023 at selja partabrøvini, sum landið eigur í P/F Smyril-Line. Í hesum sambandi, hevur Løgmansskrivstovan sett tænastuna í útboð á keypsportali landsins.

Landskassin eigur 16 prosent av partapeninginum í P/F Smyril Line. Stóri partaeigarin er P/F 12.11.11, sum eigur 59 prosent av partapeninginum. Framtaksgrunnur Føroya eigur 6 prosent. So eru 19 prosent, sum eru býtt út á smærri partaeigarar, sum uttan iva eru fleiri túsund í tali. Tá Smyril Line varð stovnað í 1982 vórðu tað mong, sum settu partapening í felagið, sum gav teimum avsláttur av ferðaseðlum. Hóast partapeningurin er niðurskrivaður fleiri ferðir, so hava tey gomlu partabrøvini virði enn.

Høvuðseigarin í Smyril Line, P/F 12.11.11, er felag, sum norska Havila Holding eigur 50 prosent av. P/F Sæborg eigur 34 prosent og P/F Sjóborg eigur 14 prosent.

 

Eginognin í Smyril Line er sambært seinasta ársroknskapi 448,9 milliónir krónur. Landskassans partur av eginognini er 71,7 milliónir krónur.