Nú skal skil fáast á parkeringini í Havn

Vit skulu hava nógv fleiri parkeringspláss í miðbýnum í Havnini

 

Nú skal skil fáast á parkeringsviðurskiftunum í Havn.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur,  at tað er eitt eitt arbeiðsøkið, Tórshavnar Býráð fer at leggja stóran dent á, nú arbeiðið byrjar aftur av álvara eftir summarsteðgin.


Býráðið hevur leingi roynt at fáa løgting og landsstýrið at broyta lógina, so at Tórshavnar Býráð fær heimild at skipa parkeringina í kommununi soleiðis sum tey halda vera best.

Tað hevur ikki eydnast enn, men borgarstjórin sigur, at nú fer býráðið aftur av álvara í holt við hesa uppgávuna.

- Hetta eru viðurskifti, vit mugu fáa í rættlag, sigur hann. Vit fáa ikki


Sum tað sæst í aðrari grein her í blaðnum, vil hann hava, at alt, sum eitur langíðarparkering, skal vera uttanfyri miðbýin. Tað merkir, at bilar skulu ikki standa parkeraðir nærhendis miðbýnum í heilar arbeiðsdagar.

- Tvørturímóti er ætlanin at skipa býin í fleiri sonur, har tað verður stytst at parkera í sjálvum miðbýnum, men longri burtur, kann bilurin standa longri burtur.

 

Les eisini: Havnin skal ikki vera eitt stórt parkeringspláss


Harafturat skal Havnin hava eina skipan við gjaldsparkering í ávísum økjum. har bilførarar rinda fyri tíðina, teir hava bilin standandi.


Men í hesum liggur eisini, at bøtast skal um parkeringsviðurskiftini í býnum.

Í hesum sambandi er ætlanin at skipa parkeringshús, sum kunnu vera ymsastaðni í býnum, kanska á Kongabrúnni, á Skálatrøð, ella aðrastaðni.

- Tað er ikki neyðugt, at hvørt parkeringshús verður so ovurstórt, men at tey kanska taka einar 50 bilar.

- Ein máti er at keypa onkur hús í miðbýnum og gera tey til parkeringspláss. Tað er ikki ein trupulleiki, eg stúri fyri, sigur hann.

- Men vit mugu fáa parkeringspláss so nær miðbýnum, sum gjørligt, leggur hann afturat.


Hann heldur, at Havnin er í eini serstøðu, hvat parkering viðvíkur og tí er tað ein trupulleiki, sum skal viðgerast fyri seg, heldur borgarstjórin.