Nú skal tað kosta at parkera bilin

Heðin Mortensen fer nú at taka spurningin upp í samgonguni

Nú skal ein skipan setast í verk, har tað ber til hjá kommununum at krevja gjald fyri at parkera bilin.

 

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og formaður í kommunufelag føroya.

 

Men fyri at kommunurnar skulu sleppa tað, krevst, at løgtingið samtykkir eina lóg, sum loyvir slíkum. 

 

Og Heðin Mortensen er eisini løgtingsmaður, og hann sigur, at hetta er ein spurningur, hann nú fer at reisa í samgonguni.

 

- Eg vil hava nakað at henda á hesum øki og tí fari eg at taka málið upp í samgonguni, sigur Heðin Mortensen.

 

 

Les eisini: Nú skal skil fáast á parkerinini í Havn

 

 

Hann sigur, at tað er sjálvsagt, at kommuurnar fáa størri frælsi til at krevja gjøld fyri ymsar tænastur.

 

- Sum støðan er nú, hava kommunurnar bara kommunuskattin av dúva upp á, og tað er alt ov avmarkandi, og gevur okkum ongar møguleikar at leggja inntøkugrundarlagið hjá kommununi um, so at summi kanska sleppa lættari enn onnur, sigur Heðin Mortensen.

 

Í hesum sambandi hevur Tórshavnar Býráð leingi tosað um at fáa loyvi til at seta eina skipan við gjaldsparkering í verk, har bilførarar kunnu keypa sær parkeringspláss í eina ávísa tíð.

 

Tað er ein skipan, sum er vælkend í øðrum londum, har bilførarar keypa sær parkeringspláss í ein tíma, ella fleiri, men so rinda teir, alt eftir, hvussu leingi bilurin skal standa.

 

- Tað er ikki so frægt sum at kommunurnar hava lovyi at seta eina slíka skipan í verk, tí lógargrundarlagið er ikki til staðar – og tí skal fari eg at taka málið upp.

 

- Tað eru fleiri ár síðani Tórshavnar Býráð reisti málið. Men einki er hent, tí landsmyndugleikarnir hava súltað tað øll hesi árini, men nú vil eg hava okkurt at henda, sigur Heðin Mortensen.

 

Hann sigur, at endamálið er, at seta peningin, sum kemur inn við við parkering, verður settur í ein grunn til at byggja parkeringshús fyri, og fyri at bøta um parkeringsviðurskiftini sum heild.

 

- Sostatt kemur peningurin, sum fæst inn við parkeringsgjaldið, verður brúktur aftur til bileigararnir, soleiðis at bøtt verður um parkeringsviðurskiftini.  

 

Hann hevur onga hóming av, hvussu nógv, slík parkeringsgjøld fara at geva í inntøkum.