Gongst sum ætlað, kemur ein nýggj biltøkni út á vegirnar næsta ár. Tí nú er avgjørt, at í framtíðini skulu bilar kunna samskifta við hvør annan. Málið er at forða fyri óhappum.
Tjúkkur mjørki við motorvegirnar er altíð ein avbjóðing fyri bilførararnar, ið sum oftast hava skund. Avleiðingin kann vera, at ferðslan steðgar upp, og tað kann henda so brádliga, at bilførararnir hava ilt við at síggja tað, áðrenn tað er ov seint - uttan so, at telduskipanin í bilinum ávarar teir 500 metrar frammanundan.
Grundarlagið undir teirri nýggju skipanini er, at við tráðleysari tøkni skulu bilførarar geva hvør øðrum upplýsingar um posisjónina, ferðina og kósina. Tøknin skal eisini geva bilførarunum møguleikan at geva vegamyndugleikunum somu upplýsingar, sum myndugleikarnir kunnu samkoyra og brúka til at kunna ferðsluna á serligum kunningartalvum.
ES-nevndin sigur, at skipanin skal fyrst og fremst forða fyri samanstoyti í ringum sýni, men hon fer eisini at geva bilførarunum eina nógv betri kunning, so teir kunnu spara tíð. Tað fer so aftur at koma umhvørvinum til góðar, leggur nevndin afturat.
Sambært hagtølunum eru meiri enn 200 milliónir bilar í Evropa, og uppgávan verður at seta skipanina í verk, tí hon fer ikki at gera nakran veruligan mun, fyrr enn ein ávísur partur av bilunum hava hana. Men málið er púra greitt: Allir bilar skulu hava tøknina.
Fyri hálvum øðrum ári síðani kunngjørdu 12 av teimum stóru evropeisku bilverksmiðjunum, at teir fyrstu bilarnir við teirri nýggju samskiftistøknini koma á marknaðin í 2015. Millum fyritøkurnar vóru Audi, Volkswagen, Citroen Peugeot og Volvo.
ES hevur arbeitt við verkætlanini síðani 2002 og hevur stuðlað henni við meiri enn 1,3 milliard krónum hesi árini.