Nú váttar Fólkaflokkurin at Jørgen fer frá

Í tíðindaskrivi frá Fólkaflokkinum verður nú váttað, at Jørgen Niclasen ikki stillar upp til formansvalið, sum verður í næstum

Tíðindaskrivið frá Fólkaflokkinum er soljóðandi:

 

Umstøðurnar seinastu tíðina hava við sær, at Jørgen Niclasen hevur tikið avgerð ikki at taka við afturvali sum formaður í Fólkaflokkinum.

 

Landsfundur Fólkafloksins skal á hvørjum ári velja formann og á komandi fundi, sum verður hálvan mars, fer Jørgen Niclasen ikki at taka við afturvali.

 

Lesið eisini: Jørgen fer frá sum formaður í Fólkaflokkinum

 

– Flokkurin hevur í stóran mun fingið eina nýggja byrjan við trimum nýggjum landsstýrisfólkum og nú eisini við einum nýggjum formanni eftir landsfundin. Fyri meg er tað at fara aftur á gamlar gøtur, nú eg skal brúka mínar royndir í Løgtinginum, Fólkaflokkinum at frama. Eg havi altíð sett flokkin fram um meg sjálvan, og eg haldi, at tað tænir flokkinum best at fáa eitt nýtt andlit í leiðsluna, sigur Jørgen Niclasen.

 

Jørgen Niclasen hevur formaður í Fólkaflokkinum síðan 2007. Hann sat fyrstu ferð á Løgtingi í 1989. Hann hevur verið landsstýrismaður í fiskivinnumálum frá 1998-2003, landsstýrismaður í uttanríkismálum frá 2008-2011 og landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 2011-2015 og aftur frá 2019-2022, sigur Fólkaflokkurin í tíðindaskriv.