Nú verður bann fyri at parkera á hesum vegnum

Skilaleys parkering er orsøkin

Nú verður forboð sett fyri at parkera á einum longum vegastrekki í Tórshavnar Kommunu.  Tað boðar Tórshavnar Býráð nú frá. Talan er um vegastrekki í handilsøkinum og ídnaðarøkinun á Hjalla og á Skarðshjalla, at tað nú verður forboð fyri at parkera. Tórshavnar Býráð sigur, at parkeringsforboð verður á øllum vegastrekkinum á Hjalla og á Skarðshjalla og tað verður galdandi frá 24. oktobur, tað er nú mánadagin.

 

Býráðið sigur, at orsøkin til parkeringsforboðið er, at har er so nógv skilaleys parkering á hesum vegastrekkinum at tað er ringt hjá sjúkrabilum, sløkkiliðsbilum og øðrum neyðsendarakførum, at sleppa fram. Tað er eisini ringt hjá bilunum hjá virkjunum har uppi, at sleppa fram og tí støða nú tikin til at banna allari parkering á øllum vegastrekkinum. Sí myndina niðan fyri, sum er frá Tórshavnar Býráði.

 

##med2##