Nú verður dýrari at fáa mjólk á borðið

Mjólkarvirkið sigur at tey vita hvussu stóran týdning mjólk hevur, men nú slepst ikki undan príshækkingum

Nú verður tað eitt sindur dýrari at keypa mjólk. Mjólkarvirkið boðar nú frá, at frá 1. mars hækka allir prísirnir á mjólk, mjólkarúrdráttum, djús og saft, 4,5 prosent. Tey siga, at tey eru fullgreið yvir, hvussu stóran týdning hesar vørur hava, so tey hava roynt at sleppa undan at hækka prísirnar – men nú ber ikki til longur.

 

Tey siga, at orsøkin er, at teir flestu veitararnir hjá Mjólkarvirkinum hava hækkað prísirnar. Tey siga, at tað er órógv á altjóða flutningsmarknaðinum so tað gongur strilti at flyta vørur og avleiðingin av tí er, at prísirnir eru nógv hækkaðir. Tað merkir, at tað er væl dýrari at útvega fóður, pakkitilfar, olju, og annað, sum tey brúka í framleiðsluni.

 

Tey vísa á, at tað er ikki til at siga um flutningsprísirnir fara at lækka aftur, men hendir tað, kann vera, at tað slepst undan at hækka prísirnar enn meiri, sigur Mjólkarvirkið.