Nú verður fríðkað um í miðbýnum í Klaksvík

- Eg eri sannførdur um, at tá verkætlanin er liðug, verður miðbýurin bæði vakrari, meira innbjóðandi og betri skipaður fyri bæði íbúgvar og vitjandi, sigur Anfinn í Toft, formaður í umhvørvis- og býarskipanarnevndini

Farnu vikurnar er gongd komin á aftur arbeiðið at fríðka um og gera øki liðug í miðbýnum. Arbeiðið er ein partur av samlaðu miðbýarætlanini hjá kommununi.

 

- Millum annað stendur ein gravimaskina hjá Kanjon miðskeiðis í Ósánni. Orsøkin er, at kommunan er farin undir at gera økið kring Rótina liðugt og samstundis fríðka um áarbakkan í Ósánni.

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

- Arbeiðið fevnir millum annað um at laga grótgarðar fram við ánni, leggja mold og gróðurseta áarbakkan báðumegin ánna. Eisini er ætlanin at gera gongubrúgv tvørtur um Ósánna niðast móti sjónum, umframt at gera parkeringsbásarnar og asfaltera.

 

Nú fleiri bygningar í miðbýnum í Klaksvík eru um at vera lidnir, er tíðin komin til at fríðka um fríøkini, so tey verða knýtt saman á ein skipaðan og innbjóðandi hátt.

 

Á seinasta býráðsfundi varð eisini samtykt at játta eina eykajáttan á fýra milliónir krónur, hvarav tríggjar milliónir ikki vórðu brúktar í fjør.

 

- Hetta er aftrat teimum 15,8 milliónunum, sum býráðið longu hevur sett av til arbeiðið á fíggjarætlanini fyri 2026.

 

Anfinn í Toft, formaður í umhvørvis- og býarskipanarnevndini, sigur seg fegnast um, at fleiri økir í miðbýnum nú verða fríðkað og betur skipað.

 

Hann leggur dent á, at býráðið hevur frá byrjan í hesum valskeiðinum havt sum mál at lyfta miðbýin á eitt enn hægri stig.

 

##med2##

 

– Ein týðandi partur av hesum er at gera tað hugnaligt at vera í og kring miðbýin og at spáka gjøgnum býin - frá Nólsoyar Pálsgøtu yvir til Klaksvíksvegin umvegis Biskupstorg.

 

Tað er eingin loyna, heldur hann fyri, at arbeiðið kann kennast órógvandi, meðan tað er í gongd.

 

- Men eg eri sannførdur um, at tá verkætlanin er liðug, verður miðbýurin bæði vakrari, meira innbjóðandi og betri skipaður fyri bæði íbúgvar og vitjandi, sigur Anfinn í Toft.