Fótbóltssambandið skal í hesi vikuni taka støðu til eina umsókn frá Tofta Ítróttarfelag, ið hevur biðið um, at grasvøllurin á Svangaskarði í framtíðini verður roknaður sum teirra heimavøllur á jøvnum føti við graslíkisvøllin á Svangaskarði.
Kappingarnevndin skal viðgera umsóknina á fundi, sum helst verður hósdagin, og um teir geva B68 játtandi svar til umbønina, so fer tað at hava við sær, at í framtíðini verða tað toftamenn sjálvir, sum fara at gera av, hvørjum vøllinum teirra heimadystir skulu spælast á.
FSF vildi ikki trýsta
Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag, sigur, at teir hava sent umsóknina fyri at fáa formligu viðurskiftini í rættlag.
? Týsdagin í síðstu viku boðaðu vit VB frá, at vit ætlaðu at dysturin móti teimum sunnudagin skuldi vera á grasvøllinum. Teir vóru eitt sindur trekir at ganga við til hetta, og tí kom Fótbóltssambandið uppí. Kappingarnevndin segði, at teir vildu ikki áleggja útiliðnum at spæla á grasinum. Um dysturin skuldi vera á grasinum, so var treytin tann, at bæði liðini vóru samd um hetta, og tí varð dysturin spældur á graslíkinum og ikki á grasinum.
Toftamenn hava spælt nakrar landskappingardystir á grasvøllinum tey seks árini, teir hava havt grasvøll. Onkuntíð hava mótstøðuliðini verið eitt sindur trek at ganga við til tað, men tað hevur ikki verið nakar trupulleiki, og t.d. GÍ hevur ógvuliga fegið viljað spælt á grasinum, áðrenn teir hava luttikið í Europa Cup.
Vágbingar hildu ikki, at teir kundu ganga við til at skifta undirlag við so stuttari freist, og tí varð einki burturúr áheitanini hjá B68.
Linjurnar
Nú vilja toftamenn hava greiðar linjur fyri, um tað ber teimum til at brúka grasvøllin sum heimavøll.
? Tað besta fyri føroyskan fótbólt hevði verið, um allir dystirnir vórðu avgreiddir á grasi, men av góðum grundum ber tað ikki til. Vit hava ein altjóða góðkendan grasvøll, og vit halda, at tað er upplagt, at hann verður brúktur, tá umstøður eru til tað, og umstøðurnar eru til tað nú. Eingin landsdystur verður hesu megin summarsteðgin, og tað hevur verið sera turt í veðrinum síðstu vikurnar, so vøllurin er í góðum standi, sigur Niclas Davidsen.
Og nú vilja Niclas og hinir toftamenninir hava at vita frá FSF, um teir í framtíðini kunnu rokna grasvøllin sum heimavøll. Fáa teir játtandi svar, so er sannlíkt, at t.d. HB fer at fáa boð um, at dysturin hjá teimum móti B68 7. juni verður á grasinum.