Nubo umhugsar Svøríki og Finnland

Kinesiski vinnulívsmaðurin Huan Nubo hevur ikki slept ætlanini at gera íløgur í Norðurlondum, nú íslendska stjórnin hevur sýtt honum at keypa jørð á Grímsstøðum á Fjøllum, sum kinesarin ætlaði at brúka til ferðavinnu.
Í samrøðu við kinesiska blaðið China Daily sigur Nubo, at hann umhugsar nú at gera íløgur í Finnlandi ella Svøríki ístaðin fyri, samstundis sum hann ætlar sær at halda fram við sínum íløgum í USA.
Kinesiski íleggjarin heldur annars lítið um avgerðina hjá stjórnini í Reykjavík.
-Avgerðin vísir, hvussu órættvísa viðferð kinesiskir íleggjarar fáa í Vesturheiminum. Londini vestanfyri vilja sleppa at gera íløgur her í Kina, samstundis sum tey forða okkum at gera íløgur har, sigur ein týðiliga misnøgdur Huan Nubo við China Daily.