Børn, sum flyta til Føroya at búgva úr útlondum hava ikki somu møguleikar at fáa eina útbúgving, sum upprunaføroyingar.
Tað heldur Maria V. Hansen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag.
Hetta er ein trupulleiki, heldur. Men í Skúlablaðnum heldur hon eisini, at hetta er ein trupulleiki, sum kann loysast fyri lítlar pengar.
Ein orsøk til, at børn í Føroyum læra danskt so tíðliga, er fyri at duga tað líka væl, sum danir.
- Tað er við hjálp frá bæði tí føroyska og danska málinum, at føroyingar nema sær meiri vitan innan norðurlendska mentan við øllum tí, ið hartil hoyrir.
- Soleiðis hava okkara ungdómar lætt við víðari lestur í Norðurlondum. Tá ið talan er um starvsmøguleikar, hava vit somuleiðis ein stóran málsligan fyrimun, tí uttan stórt hóvasták kunnu vit læra at tosa sum tey innføddu.
Men Maria Hansen vísir á, at seinastu árini er alt fleiri skúlanæmingar, sum hava foreldur við øðrum uppruna, enn Norðurlendskum.
- Hesir næmingar duga sera illa at skilja og málbera seg á donskum. Teir hava lítlan og ongan møguleika at fáa hjálp heimanífrá, júst tí, at foreldur teirra ikki duga danskt.
Hesir somu næmingar fáa eyka hjálp frá skúlanum til føroyskt, men í donskum er als ongin hjálp er at fáa.
- Tá ið hesir næmingar skulu til próvtøku, fáa teir tí ofta vánaligan karakter í donskum og tað kann hava við sær, at miðaltalið á próvnum fellur so mikið, at teir ikki sleppa inn á tann miðnámsskúlan, teir vilja.
- Somuleiðis ger hetta seg galdandi, tá talan er um miðaltalið á próvnum frá miðnámskúlanum.
- Hesir “ný-føroyingar”, sum duga væl føroyskt, og kenna seg sum føroyingar, fáa tí ikki sama møguleika til víðari lestur.
Maria V. Hansen heldur tískil, at vit eiga at bjóða hesum næmingum eyka hjálp í donskum, eitt nú hjálp til heimaarbeiðið í donskum.
- Ein skúlakafé, har næmingar fáa hjálp frá lærara, er ikki kostnaðarmikil og fyri lítlan pening kann soleiðis meira rættvísi fremjast í skúlanum, heldur hon.
- Hetta hevði javnsett allar føroyingar, eisini “ný-føroyingin”, leggur hon afturat við Skúlablaðið.