Nýggi áleyparin hjá KÍ: Í Klaksvík skal eg renna meir

Anders Holvad er ikki vanur við at renna so nógv, sum kann skal í KÍ

Fyri á leið tveimum vikum síðani keypti KÍ danska áleyparan Anders Holvad. Hann vandi við fýra ferðir og spældi síðani frá byrjan móti B36. Tað gekk so mikið væl, at hann avgjørdi dystin við einsamalla málinum.

 

Í samrøðu við bold.dk sigur 32 ára gamli danski áleyparin, at hann er nakað bilsin um ferðina í føroyskum fótbólti. Hann sigur millum annað, at hann er ikki vanur við at renna so nógv, sum teir gera í Klaksvík.

 

- Tað er torført at samanbera fótbóltin í Danmark og Føroyum, men eg haldi at leikferðin er høg. Í Klaksvík renna vit nógv, so eg skal renna fleiri renningar í høgari ferð, enn eg eri vanur við, sigur Anders Holvad.

 

Hann er eisini fegin um, at talan er um eitt lið fleiri royndum spælarum. Hann spældi frammanundan í FC Fredericia. Í samrøðuni sigur hann, at har vóru nógvir ungir spælarar. Um dystin móti B36 sigur áleyparin:

 

- Eg lendi týsdag, vandi við liðnum mikudag, hósdag, fríggjadag og leygardag, og so var eg so heppin, at eg byrjaði inni sunnudagin móti B36. Eg var eisini so heppin, at skjóta einsamalla málið í dystinum, so upp á tann mátan kundi eg ikki havt skrivað tað betri sjálvur, sigur Anders Holvad.

 

Hann viðgongur tó, at hann má læra sínar viðspælarar í KÍ at kenna, áðrenn hann spælir sín besta fótbólt. Anders Holvad hevur gjørt sáttmála til endan av 2023.