Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum

Nýggir fíggingarmøguleikar mugu til

Hagtølini fyri gransking og menning í Føroyum vísa týðuliga, at almennu íløgurnar í gransking og menning ikki hava fylgt við samfelagsbúskapinum. Nýggir fíggingarmøguleikar mugu til, um gransking og menning skal koma upp á sama stig sum í grannalondunum og koma føroyska samfelagnum til gagns

Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum

Eftir Dagmar Joensen-Næs

Nýggju hagtølini fyri gransking og menning eiga at fáa politisku skipanina at taka nøkur álvarslig stig fyri at menna granskingina í Føroyum. 

 

Tað heldur rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Martin Tvede Zachariasen. Hann mælir til, at vit fáa nýggjar fíggingarmøguleikar til gransking og menning, og at skipanin við nógvum spjaddum granskingarstovnum verður endurskoðað. 

Vinnan skal gjalda

Føroyar liggja langt frá málinum, ið Europaráðið hevur sett fyri almennari gransking. Ráðið mælir til, at londini brúka 1 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ) til almenna gransking. Í Føroyum brúkar tað almenna bert 0,4 prosent til gransking – 0,3 prosent-stig minni enn í 2003. 

 

- Tað kann helst undra onkran, tí Fróðskaparsetrið hevur í sama tíðarskeiði fingið væl fleiri pengar til útbúgving og partvís eisini til gransking. Granskingarráðið hevur eisini fingið eitt lítið sindur meira. 

 

- Men útflutningsvirðið er vaksið nógv hesi árini, og tað vísir tí, at granskingin als ikki fylgir við vinnu- og samfelagsbúskapinum, og at samfelagið tí ikki í nóg stóran mun fær gagn av nýggjari vitan, sigur Martin Tvede Zachariasen.  

 

Hann mælir til, at vit finna nýggjar leistir fyri at fáa meiri pengar til gransking í Føroyum. 

 

- Vit skulu hyggja at nøkrum av teimum møguleikunum, vit síggja í grannalondunum. Í Noregi fara 0,3 prosent av útflutningsvirðinum av fiski beinleiðis í ein granskingargrunn, sum so verður givið út aftur til gransking í fiskivinnu og aling.

 

- Ein líknandi leist kundu vit brúkt á fleiri økjum í Føroyum, soleiðis at vit fáa eina inntøkukeldu, sum fylgir við búskapinum, sigur hann. 

 

Talan hevur verið um at oyramerkja ein part av tøkugjaldinum í alivinnuni til gransking, men enn eru ongar reglur komnar um tað.

 

Føroyski útflutningurin liggur um 11 milliardir kr. árliga. Ein líknandi skipan sum í Noregi hevði givið 33 milliónir kr. til gransking í Føroyum bara til fiskivinnu og aling. 

 

- Tað hevði gjørt ótrúliga stóran mun, um vit fingu ein veruligan granskingargrunn í Føroyum, har vit eisini høvdu kunnað lagt eitt sindur til síðis til verri tíðir, so granskingin ikki er bundin at eini árligari játtan á fíggjarlógini, sigur Martin Tvede Zachariasen. 

 

Ov nógvir stovnar

Rektarin á Fróðskaparsetrinum mælir til, at ein tjóðarstrategi fyri gransking í Føroyum verður gjørd.

 

- Vit hava brúk fyri eini yvirskipaðari strategiætlan, sum ásetir, hvussu vit fáa meira fígging til  gransking, og hvussu vit skipa granskingina.

 

- Gransking er langskygd, og tað er ein stórur vági fyri føroyska gransking, at ongin langtíðar ætlan er. Men um ein tílík ætlan skal eydnast, krevur tað, at pengar fylgja við, og at ein langskygd bindandi politisk avtala eisini verður gjørd, sigur hann.

 

Í Danmark er øll almenn gransking skipað undir eitt stýri. Í Føroyum liggja granskingarstovnar og fígging til gransking undir ymiskum landsstýrisfólkum.

 

Rektarin á Fróðskaparsetrinum mælir til, at øll fígging av almennari gransking verður savnað á einum staði. 

 

- Um vit løgdu allar pengar til almenna gransking undir eitt landsstýrisfólk, so hevði tað í øllum føri verið ein góð byrjan, sigur hann.

 

Martin Tvede Zachariasen heldur tað vera ein stóran trupulleika fyri føroyska granskingarumhvørvið, at almenna granskingin er so smábýtt. 

 

- Tað hevur nógvar vansar við sær, at granskingarvirksemið er so spjatt og í nógvum førum persónsheft. Tað krevur nógva orku at fáa samstarv millum stovnar um granskingarverkætlanir, sigur hann. 

 

Sum eitt stig á leiðini móti tættari samstarvi hevur Fróðskaparsetrið tikið stig til eitt leiðsluforum fyri almennar føroyskar granskingarstovnar.

 

- Endamálið er at kjakast um, hvussu vit kunnu samstarva betur. Vit hava millum annað gjørt avtalur um felags reglur fyri ph.d. lesnað í Føroyum, sigur rektarin.

 

Hann dylur tó ikki fyri, at hann heldur, at Setrið eigur at fáa ein nógv størri leiklut í føroyskari gransking.  

 

- Setrið eigur, sum Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan eisini hevur mælt til, at verða miðdepilin í føroyskari gransking, og vit vilja fegin ganga á odda fyri at samansjóða almennu granskingina. 

 

- Tað hevði eisini gjørt, at Føroyar høvdu staðið sterkari í altjóða høpi. Tá vit eru so spjadd, kunnu vit ikki bjóða okkum fram sum ein sterkur partnari við granskarum, sum arbeiða tætt saman. 

 

- Tá vit eru so pírin við almennari fígging til gransking, verður tað uppaftur truplari at fáa samstarv og fígging uttaneftir. Ein króna til almenna gransking kann ofta draga eina aðra krónu heim til Føroya, sigur hann.

Úr blaðnum Vísindavøka, Sosialurin 13. september 2024

 

 

Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum