Nýggir føroyskir pápar eru yngri

Í dag er pápadagur og grundlógardagur

 

Føroyskir pápar, ið gjørdust pápar fyri fyrstu ferð í 2022, vóru 31,3 ár í miðal. 

Miðalaldurin á donskum pápum, ið gjørdust pápar fyri fyrstu ferð, var 31,6 ár. 

Í 2022 vóru hesir føroysku páparnir sostatt í miðal yngri enn teir donsku. Tað vóru teir eisini í 2012.

Tað skrivar Hagstova Føroya í sambandi við pápadagin í dag.

Hagtølini fevna um pápar, sum eru búsitandi í Føroyum og fyrstu ferð gjørdust pápar at barni við bústaði í Føroyum, skrivar Hagstovan, sum ynskir øllum pápum ein góðan pápadag!