Sunda kommuna hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Heðin Zachariasen sp/f um skúlabarnaflutning fyri hettar árið og komandi fýra skúlaárini, nú skúlabarnaflutningurin hevur verið í almennum útboði. Sáttmálin er galdandi til á summri 2028, skrivar kommunan.
Talan er um skúlabarnakoyring til og frá Skúlanum við Streymin har 1. - 10. flokkur úr allari Sunda kommunu ganga í skúla. Harumframt verða skúlabørnini í Hósvíkar skúla og Hvalvíkar skúla í 1. - 3. flokki koyrd til Skúlan við Streymin í sambandi við ítrótt og svimjing.
Heðin Zachariasen sp/f hevur røkt skúlabarnakoyringina í Sunda kommunu síðan 2017, og er Sunda kommuna fegin um nýggja sáttmálan um skúlabarnakoyring við Heðin Zachariasen sp/f.