Nýggj bók um føroysk klæðir

Í dag er nýggja bókin um Føroysk klæðir útkomin. Talan er um eina visuelt sterka og myndaborna bók, ið á sínum 288 síðum bæði er forvitnislig í innihaldi og útsjónd.

Hugskotið til bókina birtist í vár, tá redaktiónin á Kvinnu og myndamaðurin, Tróndur Dalsgarð, arbeiddu við myndatøku av føroyskum klæðum til SummarKvinnu. Úrslitið var so mikið gevandi og forvitnisligt, at semja bleiv gjørd um, at víðka arbeiði við eini enn størri útgávu, sum veruliga fekk lýst tað fjølbroytni, vit fingu innlit í um várið.

 

 

 

Í summar var av álvara farið undir arbeiðið at fáa hugskotið til veruleika, tá varð farið út á havnargøtur við myndatóli á ólavsøku. Har fingu fyriskipararnir eygleitt og avmyndað útvið hundrað stásklæddir føroyingar í føroyskum klæðum. Løtumyndin sum bleiv fangað har, er bæði spennandi, djørv og inspirerandi. Umframt allar tær myndirnar av ólavsøku, ið vísa, hvussu klæðini verða nýtt í dag, eru eisini spennandi reportagur frá vitjanunum á silvurverksmiðjuni, ið framleiðir silvur til klæðini, vevstovuni, har toy verður vovið - og tey hava verið til staðar, tá ein familja við stórum kærleika til føroysku klæðini, ger seg klára til ársins summarveitslu.

 

 

 

Føroysku klæðini eru livandi. Tað sæst í eygleiðingini og tíðarandanum, men í bókini er eisini eitt spennandi og sigandi søguligt afturlit og søguligar myndir, sum eisini staðfesta, at tað hava hesi klæðini, sum vit øll elska, altíð verið. Tí er hetta søgan um, hvussu vit hava latið okkum í, og hvussu vit gera tað í dag. Og tað kann veruliga inspirera.

 

 

 

Í bókahandlunum í dag

 

Hendan flotta og stóra bókin er ikki einans tung og gevandi í innihaldi, men dentur er eisini lagdur á, at hon skal vera vøkur á at líta, ein vakur lutur í innrættingini, at hava liggjandi frammi til prýðis, til gestir at blaða í.

 

Føroyski klæðini er ein livandi mentan, sum livir ígjøgnum fólkið og sum umboða okkum, sum vit vóru, og sum vit eru.

 

Bókin, sum eitur Føroysk klæðir - ríki & livandi siðarvurin, er komin út í bókabúðunum kring alt landið í dag og fæst til keps fyri 549 krónur.

 

Hóskvøldið verður eisini skipað fyri serligum útgávutiltaki í Havn. Nærri kunning um tað kemur seinni.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##