Flestu kappróðraráhugað kenna grøna bátin við bláari rond úr Fuglafirði. Hann hevur nevniliga verið afturvendandi partur av bæði kvinnuróðri og genturóðri seinastu seks árini.
Talan er sjálvandi um Erlu Kongsdóttir – tann einasti báturin í flotanum hjá ÍF Kappróðri, ið hevur vunnið FM. Tað gjørdi hann í 2010 við kvinnum, og í 2012 og 2013 við gentum. Árið 2013 var heilt serligt fyri ungu genturnar úr Fuglafirði – tær vunnu nevniliga alt, ið vinnast kundi. Við eyðkenda seiga og ómaksleysa róðrarlagnum, vundu tær burtur úr hinum manningunum - eina stevnu fyri og aðra eftir. Men manningin verður ikki at síggja á vánni komandi kappróðrarár, sigur ein hørm Bettina Toftegaard, ið er fokvinna felagsins.
- Okkara einaráðandi gentumanning, sum vann FM í fjør, er tíverri farin hvør til sítt. Har eru bert tríggjar eftir, men tær manna eina kvinnumanning. Tær hava fingið tríggjar rógvarar, ið róðu við seksmannafarinum Rádna í fjør. Tað skuldi boðað frá góðum, sigur Bettina Toftegaard.
Umframt kvinnumanningina á Erlu Kongsdóttir, verður Erla Kongsdóttir eisini mannað við einari nýggjari gentumanning. Seksmannafarið Rádni hevur somu manning sum í fjør. Tískil hava tey í Fuglafirði góðar vónir um heiðursmerkir.
- Okkara stevnumið er at vera við í oddinum og vinna heiðursmerkir, sigur Bettina.
Til tess at røkka stevnumiðinum, hevur felagið sett Per Venned sum venjara. Per Venned hevur drúgvar royndir sum rógvari, og hevur hann í nógv ár róð við m.a Klaksvíkingi.