Nýggj føroysk myndabók

Svansi-Bob er ein spildurnýggj myndabók, sum Joan Waag Høgnesen hevur skrivað, og Hans Jacob Østerø hevur myndprýtt

Bókadeild Føroya Lærarafelags sigur, at hetta er ein herlig og svansut søga við stuttligum myndum um svanga grísin Bob, sum fer sín fyrsta túr inn í býin at fáa sær okkurt lekkurt at eta.

 

Leygardagin 31. august kl. 15 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri hugnaligum útgávutiltaki fyri børn á barnabókasavninum í Havn.

 

Joan Waag Høgnesen fer at lesa søguna, og Christina Eriksen fer at syngja nakrar barnasangir.

 

Aftaná fáa øll okkurt søtt og lekkurt, og møguleiki verður at keypa bókina fyri serprís. Høvi verður at hitta rithøvundin og myndprýðaran, og bæði rithøvundur og myndprýðari fara at signera bøkur

 

Tiltakið verður leygardagin 31. august kl. 15.00 á Býarbókasavninum í Havn

 

Joan Waag Høgnesen er námsfrøðingur og arbeiðir í frítíðarskúlanum á Argjahamri. Hon býr á Argjum, og Svansi-Bob er hennara fyrsta bók. Hans Jacob Østerø hevur útbúgving í margmiðlasniðgeving og arbeiðir millum annað sum fríyrkismyndprýðari. Hann býr í Klaksvík.