Talan er um eina realistiska skaldsøgu, sum líðandi gerst meira spennandi.
Skaldsøgan er um eina einliga mammu, sum hevur búð uttanlands í nógv ár og flytir heimaftur til Føroya við soni sínum.
Tey royna at fóta sær á bústaðarmarknaðinum í høvuðsstaðnum, men tað vísir seg, at vandar liggja og lúra.
Stríðast má fyri glottunum í gerandisdegnum í hesi søguni um broytingar á lívleiðini, vinaløg, tráan, brotsgerðir og nýbornan kærleika.
Samtíðarskaldsøgan - TÁM - er 342 blaðsíður og verður útgivin á Forlagnum Brúgvin.
Hetta er triðja bókin eftir høvundan. Hinar báðar eru ”Søgur úr býnum”, sum kom út í 2019, og ”Hult og dult”, sum kom í 2021.