Síðani fyrstu avmarkandi tiltøkini vórðu samtykt og sett í gildi í Føroyum, hava ES og onnur samsint lond samtykt fleiri sanksjónir móti Russlandi og Hvítarusslandi, sum aftursvar uppá krígsførsluna móti Ukraina. Landsstýrið hevur tí í kunngerð sett nýggj avmarkandi tiltøk í verk.
Umframt at dagføra avmarkandi tiltøkini á yvirtiknum málsøkjum, er ætlanin við nýggju kunngerðini at gera reglurnar greiðari og einfaldari at umsita.
Ein týðandi broyting er, at tað við nýggju kunngerðini verður nágreinað, hvørjar vørur eru loyvdar at útflyta til Russlands. Føroyski útflutningurin til Russlands er í høvuðsheitum fiskavørur, umframt søla av brennievni tilskip undir russiskum flaggi, sum ikki eru fevnd av havnastongslinum.
Nýggj tiltøk, sum verða sett í verk við kunngerðini eru m.a.:
Einans vørur, ið eru nevndar í skjali 2 í kunngerðini, eru loyvdar at útflyta til Russlands.
Yvirskipað forboð fyri samhandli við ukrainsk landaøki undir russiskum hernaðarligum ræði.
Kunngerðin hevur nýggjar ásetingar, sum skulu forða fyri uttanumviki. Millum annað er útflutningur av ávísum vørum úr Føroyum til nøkur lond treytaður av, at keyparin átekur sær, at ikki útflyta vøruna til annað land við nýtslu í Russlandi fyri eyga.
Forboð verður sett fyri at veita ávísar tænastur, m.a. viðvíkjandi roknskaparføring, grannskoðan, bókhaldi, skattaráðgeving, virkisráðgeving, løgfrøðiliga ráðgeving og kt-ráðgeving til løgfrøðiligar perónar ella eindir í Russlandi.
Uppskotið til nýggja kunngerð var til hoyring í summar.
Eins og áður, verða brot á ásetingarnar í kunngerðini revsað við sekt ella fongsli upp í eitt ár, ella undir skerpandi umstøðum, við fongsli í upp til tvey ár, skrivar www.uvmr.fo.