Sendingarnar verða at skránni mánadagar kl. 17.05. Uni Arge leggur til rættis
Sendirøðin viðger spurningin, um áhaldandi útbyggingar og krøv um vøkstur leggja ov stórt trýst á náttúruna í Føroyum.
Føroyar eru 1.396 ferkilometrar, og meira landøki eiga vit ikki at byggja og virka á.
Útbyggingarnar hava verið mangar og umfatandi farnu øldina, og samstundis sum tær hava skapt eitt framkomið samfelag, hava tær havt við sær stór inntriv í náttúruna.
Hvussu er lendið ávirkað, og hvussu nógv lendi eiga vit eftir at bora, sprongja og byggja á? Hvussu eru trivnaðurin hjá fólki og umstøðurnar hjá djórum og gróðri ávirkað?
Hesir spurningarnir verða viðgjørdir, og m.a. verður staðfest, at í Føroyum liggja bara um 280 ferkilometrar lægri enn 100 metrar, so egnaða lendið at virka á er sera avmarkað.
Nógv trýst á náttúru
Farnu hálvu øldina er vega- og tunnilskervið í Føroyum nógv útbygt, og frá 1969 til 2026 øktist talið á akførum úr 3.000 upp í 38.000.
Við býir og bygdir eru stoyptir kilometrar av bryggjukanti, har virkir og skip virka tætt upp at búsetingum og stundum órógva fólk við gangi, ljósi og osi.
Kring oyggjarnar síggjast eisini djúp sár av grótbrotum, sum eru høgd inn í fjallalíðir, og uppi í fjøllunum surra fleiri staðni vindmyllur.
Í sambandi við vatnorkuútbyggingar eru tikin vøtn og áir, og tað elvdi til mangan brestin millum umhvørvissinnað øðrumegin og tey, sum bygdu út, hinumegin.
Kunnu strangari krøv setast í sambandi við útbyggingar? Eitt av svarunum tykist vera, at í Føroyum er ongin sjálvstøðug lóg um árinsmetingar. Krøv um árinsmetingar eru bara í serlóggávu.
Hóttandi gongd í Evropa
Evnið í sendirøðini sampakkar væl við evropeiska náttúrukjakið, tí í 2025 staðfestu fjølmiðlar í 10 evropeiskum londum, at Evropa flytur seg frá grønum til grátt.
Við nógvari ferð verða náttúra og bøur í Evropa løgd undir asfalt og betong, og ofta hendir tað ikki av neyð, men tí lond hava ráð til alskyns marglætisverkætlanir.
Teir 10 fjølmiðlarnir, sum lýstu gongdina í Evropa, kannaðu hana við fylgisveinamyndum. Frá 2018 til 2023 hvarv eitt grønt øki á stødd við Kýpros, staðfestu teir.
Føroyar eru elalítlar samanborið við evropeiska heimspartin, og spurningurin er tí, um komið er at mørkum við lendisnýtslu og náttúrumissi í Føroyum.
“Oyggjar undir trýsti” – 1. partur av fýra mánadagin 6. juli kl. 17.05 í útvarpinum. Uni Arge leggur til rættis.










