Kvinnurnar eita Kristina á Løgmannsbø, Vivian Sjóðklett og Ann Solmunde Johannesen. Tær hava fingið høli í ovastu hædd í Niels Winthersgøtu 7, har tær allar tríggjar fara at virka við hvør sínari fyritøku undir sama taki.
Talan verður sostatt um fyrstu sexologisku klinikk í Føroyum, og hetta verður ein fjølbroytt klinikk við fleiri ymsum tænastum og tilboðum, tí tær tríggjar kvinnurnar eru spesialiseraðar innan fleiri serøki.
Kristina á Løgmannsbø er sexologur og parterapeutur, Vivian Sjóðklett er sexologur, vaginalterapeutur og kunstterapeutur, og Ann Solmunde Johannesen er reiki-healari og massørur.
Tær halda allar tríggjar, at teirra førleikar hóska væl saman, og tí gevur tað góða meining fyri tær at leiga saman, hóast tær ikki arbeiða beinleiðis saman.
Samstarvið um klinikkina byrjaði við, at Kristina ringdi til Vivian fyri at spyrja, um hon var við upp á at sláa høvdini saman og finna upp á okkurt, nú tær báðar høvdu lært til sexolog. Vivian hevði longu leitað sær eftir høli í eina tíð, so tað tímdi hon væl. Hon kendi væl Ann, sum er healari, og tær hava havt eina aðra klinikk saman fyrr, so tí heitti hon á hana um eisini at koma við. Tær gjørdu so allar tríggjar av at leiga seg inn í eitt høli saman – og tað bleiv so hetta í Niels Winthersgøtu.
Í sambandi við at klinikkin letur upp verður almenn móttøka leygardagin klokkan frá 14 til 18, og tær tríggjar Vivian, Ann og Kristina siga, at øll eru vælkomin ein túr á gátt tá.
– Vit gleða okkum, siga tær allar tríggjar spentar.
Men hvørjar eru tær yvirhøvur? Sosialurin hevur verið á gátt hjá teimum og spurt tær, hvat tær fáast við. Les samrøðuna við tær tríggjar kvinnurnar í nýggjasta Sosialinum.