Firum skrivar, at BioStandard verkætlanin hevði til endamáls at standardisera fyrsta stigið í umhvørvis DNA (eDNA) plantuætis kanningunum, nevnliga sýnistøkuna. Kanningar vórðu gjørdar, sum skuldu áseta, hvør minsta sjógv mongdin er, ið gevur álítandi úrslit av plantuætis lívmargfeldi við eDNA kanningarhátti.
Granskarar úr fleiri norðurevropiskum londum arbeiddu saman og kannaðu sýni úr Norðuratlantshavinum, Norðsjónum og Eystursjónum (sí mynd 1). Sostatt vórðu ymisk havumhvørvi umboðaði í verkætlanini.
Umhvørvis DNA (eDNA) kanningar hava seinnu árini fingið vaksandi leiklut í metingum av lívmargfeldi í ymsum vistfrøðiligum skipanum. Sammett við meira siðbundnar kanningarhættir kunnu eDNA kanningar í nógvum førum geva eina meira nágreiniliga lýsing.
Hetta hevur serliga stóran týdning í lívmargfeldiskanningum av plantuæti og eftirlitinum við skaðiligum og innsløddum sløgum. Hóast ymsar vegleiðingar eru tøkar, so er tann vantandi standardiseringin av arbeiðsgongdini fyri tílíkum kanningum í marina umhvørvinum ein bági. Uttan standardisering gerast samanberingar millum sýnistøkur, verkætlanir og eftirlitskanningar truplar.
Frágreiðing um arbeiðið og úrslitini kunnu síggjast í TemaNord frágreiðingini, sum varð givin út fyrr í ár. Frágreiðingin eitur “Reliable environmental DNA detection of planktonic biodiversity: Minimum sample volume for DNA metabarcoding”.
Leinkja til frágreiðingina er her: http://dx.doi.org/10.6027/temanord2025-509
Firum hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við eDNA kanningum og standardisering av mannagongdunum. Eitt nú leiddi Firum verkætlanina “UNIFIeD”, ið var um avbjóðingar, áskoðanir og hugburðir við at nýta eDNA kanningar til eftirlit í marina umhvørvinum. Hendan varkætlanin varð eisini fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum.
TemaNord frágreiðingina finnur tú her: http://dx.doi.org/10.6027/temanord2023-517
Vísindalig grein við fleiri úrslitum frá BioStandard verkætlanini verður væntandi útgivin seinni í ár.