B36 arbeiðir við at seta spildurnýggja miðverju ímóti oddaliðnum HB, sum hevur skorað tíggju fleiri mál enn nakað annað lið.
Tað er grannauppgerð í Gundadali í kvøld klokkan 18. Fyri triðju ferð í ár bresta HB, sum hesa ferð eigur heimavøll, og B36 saman. Úrslitini undanfarnu ferðirnar leggja upp til, at talan verður um intensa og spennandi uppgerð. Í fyrsta umfari var úrslitið 1-1, eftir at B36 hevði verið á odda, og í 10. umfari var úrslitið 3-3, eftir at HB hevði verið frammanfyri 2-0, og B36 hevði verið á odda 3-2, inntil tað restaðu tveir minuttir.
Hesa ferð er upptaktin eyðkend av, at teir í B36 eru noyddir at skipa sentrala verjupartin heilt av nýggjum. Málverjin, Tórður Thomsen, og miðverjarnir fleiri tær seinastu ferðirnar, Hørður Askham og Robert Heðin Brockie, eru allir leikbannaðir.
Trygvi Askham hevur fyrr í summar loyst Tórð Thomsen av. Tað er møguleiki fyri, at hann fer at verja B36 málið, men tað er eisini ein møguleiki, at Jákup Højgaard verður málverji. Størri ivamál er, tá ið tað ræður um miðverjuplássini.
-Vit hava fleiri møguleikar, men vit fara ikki at siga nakað um nú, hvussu tað verður. Okkum dámar væl at spæla ímóti HB, og teir báðar undanfarnu dystirnar hevur tað verið intenst og spennandi, og ivaleyst hevur tað eisini verið undirhaldandi fyri áskoðararnar, sigur Símun Joensen.
Hann hevur fyri tað mesta verið vinstri vongverji í B36. Tá ið hann spældi við KÍ, var Símun Joensen fyri tað mesta sentralur miðvallari og onkra ferðina var hann miðverji.
Í B36 umhvørvinum verður gitt óført um, hvussu miðverjan fer at vera mannað ímóti HB. Símun Joensen er ein møguleiki. Aðrir spælarar, sum hava verið miðverjar, og sum hava nógvar royndir, eru Súni Olsen og Evrard Blé. Ein annar, sum hevur verið nevndur, er 18 ára gamli Karl Martin Danielsen, sum hevur verið á beinkinum, men sum ikki er komin inn í nøkrum landskappingardysti í ár.
At seta royndar spælarar í miðverjuna er tryggasta loysnin. Trupulleikin er, at tað ber við sær, at rokeringar skulu gerast á miðvøllinum og kanska eisini á vinstra vongverja.
Uttan mun til hvør verður nýggjur í B36 málinum og í miðverjuni, so verður talan um stóra mótstøðu. Tølini siga, at HB er nógv tað vandamiklasta liðið. HB hevur skorað 51 mál ella tíggju fleiri enn ÍF, sum hevur skorað næstflest. Ein av vandamiklu málskjúttunum hjá HB hevur verið Símun Samuelsen. Saman við Fróða Benjaminsen er hann toppskjútti við níggju málum. Tað er nú greitt, at Símun Samuelsen, orsaka av skaða í hælsinuni, ikki fer at spæla aftur í ár. Tá ið Símun hevur verið uttanfyri, hevur Kristin R. Mouritsen røkt plássið í vinstru.
-Vit vístu góðan moral í Klaksvík, tá ið tað eydnaðist at venda hóttandi 3-0 tapi til javnleik. Um vit arbeiða hart og miðvíst, so hava vit møguleika at vinna ímóti øllum, og soleiðis er tað eisini hesa ferð, sigur Oddbjørn Joensen, venjari hjá HB.