Nýggja flogfarið hjá Air Greenland kallast Unaaq

Hetta er eitt grønlendskt orð fyri "harpun", og tí verður hildið, at hetta er rætta heitið á flogfarinum, væntandi kemur einaferð í 2027

Hetta vóru tey, sum valdu navnið "harpun" burturúr tilsamans 2013 uppskotum. Mynd: Air Greenland

Tað hevur verið stórur áhugi at senda uppskot inn til navnið á nýggja flogfarinum, sum Air Greenland skal hava, og sum væntandi fer at flúgva einaferð í 2027.

 

Hetta verður ein Airbus A320neo, og á grønlendskum er navnið "Unaaq", sum er eitt slag av "harpun", sum hevur verið nógv brúkt í grønlenskum veiðisamfeløgum.

 

Sambært Seritsiaq, sum endurgevur Air Greenland, komu heili 2013 uppskot inn í navnakappingini, og tað er ein nevnd, ið hevur tikið støðu til at velja heitið, Unaaq.

 

Stýrisformaðurin í Air Greenland, Malik Hegelund Olsen, upplýsir yvirfyri Sermitsiaq, at heili 78 uppskot komu inn um júst hetta navnið. 

 

Hetta vóru tey, sum valdu navnið "harpun" burturúr tilsamans 2013 uppskotum. Mynd: Air Greenland