Nýggja málnevndin er nú farin til arbeiðis. Nevndin, sum vald er fyri valskeiðið, sum endar 1. oktober í 2001, er mannað soleiðis:
Jógvan í Lon Jacobsen, formaður. Hann umboðar Føroyamálsdeildina.
Jeffrei Henriksen umboðar Móðurmálslærarafelagið.
Annfinnur í Skála umboðar Rithøvundafelag Føroya,
Randi Jacobsen umboðar Føroya Blaðmannafelag.
Katrin Næs Simonsen umboðar Undirvísingar- og mentamálastýrið.
Einasti av gomlu limunum, ið eftir er í nevndini, er Jeffrei Henriksen, sum hevur sitið í nevndini síðani hon varð stovnað í 1985.
Jógvan í Lon Jacobsen er útbúgvin í norrønari málfrøði. Hann starvast á Føroyamálsdeildini og undirvísir á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum.
Jeffrei Henriksen er fyrrverandi lærari á Føroya Læraraskúla.
Annfinnur í Skála er lærari í søgu og enskum á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum.
Randi Jacobsen er blaðkvinna á Sosialinum, men fer í næstu viku í starv á Dimmalætting.
Katrin Næs Simonsen er lærari á Eysturoyr Studentaskúla og HF-skeiði og arbeiðir eisini í Undirvísingar- og mentamálastýrinum sum lærugreinaráðgevi í føroyskum fyri miðnámsskúlarnar.
Skrivarin, Elin Súsanna Jacobsen, er ph.doktari í søgu.
Føroyska málnevndin hevur sína egnu skrivstovu, sum er á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbsgøtu 16. Tann, ið vil hava fatur á málnevndini kann ringja tel 12397 ella faksa á nummar 18448. Til ber eisini at senda nevndini teldupost, og er adressan:
elinsj@fmd.fo
Skrivarin hjá nevndini situr á Málstovuni og tekur ímóti málsligum spurningum, og hon veitir eisini ráð og vegleiðing í málsligum ivamálum.
Tað er ikki altíð, at svar verður givið alt fyri eitt, stundum krevur spurningurin ávíst kanningararbeiði, áðrenn spyrjarin kann fáa svar, verður sagt fra Málnevndini, sum letur heilsa, at hon vónar at fáa eitt gott samskifti við fjølmiðlar, stovnar og einstaklingar í framtíðini.