Nýggja starvsnevndin í LISA hevur skipað seg

Eftir drúgvt samstarv og arbeiði, løgdu Marita Dalsgaard og Hansina Iversen frá sær, og nýggj starvsnevnd varð vald.

Tann 3. mai 2025 varð aðalfundur hjá Listafólkasambandi Føroya.

 

Eftir drúgvt samstarv og arbeiði, løgdu Marita Dalsgaard og Hansina Iversen frá sær, og nýggj starvsnevnd varð vald.

 

Marita hevur verið partur av starvsnevndini í mong ár, heilt frá 2013. Síðani 2017 hevur hon verið forfólk, og sitið í nevndini saman við Hansinu Iversen og Jóhan Martin Christiansen. Hesi árini er nógv arbeiði fingið frá hendi.

 

Vit ynskja at takka teimum trimum fyri gott samstarv og væl frágingið arbeiði!

 

Nýggja starvsnevndin í LISA hevur skipað seg soleiðis:

 

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, forfólk

 

Kristina Thede Johansen, næstforfólk

 

Sunrid í Gong, nevndarlimur

 

Hetta skrivar LISA á sínum vanga á facebook.