Trailari steðgaði upp í rundkoyring

Tað tók næstan ein tíma at fáa trailaran fluttan burtur

Tá ein stórur trailari steðgaði upp í rundkoyringini á Hvítanesi man fyri Eysturoyartunnilin, skapti tað stórar ferðslutrupulleikar. Løgreglan kom á stðið og skpaði ferðsluna.

Trailarin hevði geartrupulleikar, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Men eftir ein tíma eydnaðist at fáa bilin av staðnum.

Í gjár greiddi løgreglan frá um ein brandtilburð í eini garasju á Ternuryggi í Havn. Tað vísti seg, at tað var eldur í einum ruskílati í eini garasju. Vaktleiðarin sigur í morgun, at orsøkin til eldin vóru sjálvtendrandi klutar við onkrum, sum gólv varð smurt við – og hann minnir á, at vit eiga at koyra slíkar í ruskposar uttanfyri, tí vandi er, at eldur kemur í, og tað er tað beinleiðis vandamikið at goyma innandura.

Sutt eftir klokkan átta í gjármorgunin tók løgreglan ein bilførara á Oyggjarvegnum sum koyrdi 100 km um tíman. Hann fær bót fyri tað.