"Vit ætla at gera skjótt av, so tey sum keypa sær eina íbúð, kunnu flyta inn longu á sumri 2026", hetta sigur Torben Nielsen stjóri í TN Bygging, nú felagið vann almenna útboðið hjá Runavíkar kommunu at gera veg og bygga íbúðir við suðurendan av Hjallavegi, sum eisini er blindvegur.
Arbeiðstakarasáttmálin millum Runavíkar kommunu og Sp/f TN Bygging var undirskrivaður 15. august 2025, og longu í komandi viku verður byrjað á økinum við Hjallavegin við útgraving og vegagerð, sum Sp/f RTS Contractors kemur at standa fyri.
"Vit fara at byggja 6 íbúðir á økinum, sum liggur sera væl fyri við góðum útsýni yvir býin. Íbúðirnar verða allar seldar, og klárt verður at flyta inn um knappliga eitt ár. Tær eru allar góðar 90 fermetrar til støddar umframt úthús, altan v.m., so tær hóska væl til tey flestu, ið ynskja at búgva í einari íbúð. Eisini er hugsað um atkomuviðurskiftini, so tær eru eisini vælegnaðar til teirra sum eru rørslutarnað" sigur Torben Nielsen, stjóri í Sp/f TN Bygging.
TN Bygging fer um stutta tíð at seta íbúðirnar alment til sølu, men longu nú kunnu áhugað boða frá við at venda sær til felagið.