- Kríggið í Ukraina er ein umbering fyri at leggjast á fólk í ávísum økjum í landinum, sum skulu rakast av berum hevndarhuga, segði Jan Højgaard á landsfundi í morgun. Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Nýggju skipini flyta Føroyar risafet fram í tíðina

- Kríggið í Ukraina er bert ein umbering fyri at kúga egið fólk, segði Jan Højgaard á landsfundi fyrrapartin.

- Kríggið í Ukraina er ein umbering fyri at leggjast á fólk í ávísum økjum í landinum, sum skulu rakast av berum hevndarhuga, segði Jan Højgaard á landsfundi í morgun. Mynd: Birgir W. Høgnesen.

Í sínari formansfrágreiðing til landsfundin í morgun, nam Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, eisini við viðurskiftini millum Føroyar og Russland.

 

- Føroyskir slóðarar hava bygt nakrar av teimum mest framkomnu trolarunum í heiminum. Hetta eru skip, sum flyta føroyska samfelagið risafet fram í tíðina.

 

Hann vísti á, at við øllum hentleikum og nýggjari tøkni er hetta nakað, sum føroyska samfelagið kann fáa rættiliga nógv burturúr, bæði fíggjarliga, umhvørvisliga og menniskjaliga.

 

- Sanniliga hava føroyingar nógv at takka hesum monnum fyri, sum brenna fyri at geva føroyingum góð kor á øllum økjum. So, skuldi ein trúð, at øll vóru takksom.

 

Jan Højgaard segði, at nú kundi ein væntað, at øll vóru glað og til dystin fús at taka eina hond í stríðinum fyri at leiða okkara land inn í eina bjarta framtíð.

 

- Men myrkursins miðaldartankar saman við grovari øvundsjúku klára ikki tankan um, at onkur, sum ber landið fram á leið, fær ein vinning burturúr.

 

Hann segði, at tað, sum kann fáa myrkursins bømenn úr sínum góða skinni, er, at fólk uttan stóra útbúgving fáa tað at bera til og forvinna pening.

 

- Men, tað eru tey, sum halda tað vera betur at halda tjóðini í armóð.

 

Jan Højgaard helt fyri, at kríggið í Ukraina bert er ein umbering fyri at leggjast á fólk í ávísum økjum í landinum, sum skulu rakast av berum hevndarhuga.

 

Hann segði, at tað eru eisini fólk í ávísum vinnum, sum skulu revsast bara fyri at hava eitt starv í ávísari vinnu.

 

- Hetta er ein beinleiðis svínaktig jagstran av friðarfólki, segði formaðurin og endurtók, at kríggið í Ukraina bert er ein umbering fyri at kúga egið fólk.

 

 

- Kríggið í Ukraina er ein umbering fyri at leggjast á fólk í ávísum økjum í landinum, sum skulu rakast av berum hevndarhuga, segði Jan Højgaard á landsfundi í morgun. Mynd: Birgir W. Høgnesen.