Fimm tap, fýra javnleikir og fýra stig. Tað er úrtøkan hjá Skála úr fyrsta triðinginum av kappingini. Skála er niðast á støðutalvuni, og málmunurin er 9 – 17.
Spælið hevur verið á góðari leið, men stóri trupulleikin hevur verið, at tað hevur gingið so illa at skora mál.
Nú er nýggjur álopsspælari á Skála. Talan er um Jamiu Ajibade, sum er úr Nigeria. Næsti dystur hjá Skála verður sunnudagin á heimavølli ímóti HB. Enn er ikki greitt, um nýggi álopsspælarin verður við ímóti HB. Spurningurin er, um loyvini koma upp á pláss í hesi vikuni.
Tá ið Skála 18. apríl hevði vitjan av HB, fóru gestirnir til hús við 3-2 sigri. Adrian Justinussen skoraði í næstsíðsta minutti sigursmálið við rimmar frísparki. Ta ferðina skoraði Andreas Egeberg Jacobsen fyrra skálamálið, meðan hitt var sjálvmál. Toppskjútti hjá Skála er Poul Kallsberg við fýra málum. Hini málini hava Jan Ingason Hansen, Karl Martin Johansen og Dávid Johansen skorað.