Nýggjur dráttur til kappróðrarbátar

- Alt arbeiðið verður ikki liðugt til jóansøku, men tó skal arbeiðið verða komið so mikið langt, at bátadrátturin skal kunna brúkast, tá kappróðurin verður, sigur borgarstjórin.

Jóansøka verður í Vági komandi vikuskiftið.

 

- Vit hava arbeitt við at dagføra bátadráttin, sum kappróðrarbátarnir brúka. Drátturin hevur verið ótíðarhóskandi, og tað hevur borið illa til at drigið bátar oman og niðan á fjøru.

 

Tað sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen.

 

Hann vísir á, at nú verður so alt gjørt av nýggjum, og tað fer eisini at bera til at bakka ein vogn oman við – ella eftir – kappróðrarbátinum.

 

- Alt arbeiðið verður ikki liðugt og avblást til jóansøku, men tó skal arbeiðið verða komið so mikið langt, at bátadrátturin skal kunna brúkast, tá kappróðurin verður, sigur Bjarni Johansen.

 

Bátahylurin á Oyrunum er eisini dagførdur.

 

Áður var pláss fyri 36 bátum við brúgvarnar í bátahylinum, men øll plássini vóru ikki í brúki. 

- Nú hava vit 22 nýggj bátapláss, men møguleikar eru eisini at leggja armar út á norðursíðuni, um tað fer at vísa seg, at tørvur verður á tí – ella, tá tann tíðin kemur. 

 

Bjarni Johansen sigur, at tað er Tangavirkið í Vági, sum hevur framleitt nýggju armarnar í bátahylinum, og hetta er eitt arbeiði, sum er væl úr hondum greitt. 

 

##med2##

 

- Møguleikar eru eisini at leggja armar út á norðursíðuni, um tørvur verður á tí, sigur borgarstjórin.