Í nátt varð ein maður handtikin í Klaksvík. Handtøkan hevði helst ikki verið neyðug, um maðurin hevði verið var at tosa við.
Maðurin, sum hevði verið eitt sindur ólátaður á einum dansistaði, vildi hvørki upplýsa fyri løgregluni, hvør hann var, ei heldur, hvar hann búði.
Tá løgreglan í sínum arbeiði spyr um navn, føðingardag og bústað, hava fólk skyldu til at upplýsa, hvørji tey eru.
- Men, tað vildi hesin maðurin ikki - ikki fyrr enn hann var tikin við inn á støðina og har kom á betri tankar, visti vaktleiðarin at siga í morgun.