Nyggjur filmur um Tóroddur Poulsen

”Ein regla um dagin má vera nokk” er heitið á nýggjum filmi, har Katrin Ottarsdóttir borðreiðir við gloypibitum av listamanninum Tóroddi Poulsen


Filmsrøðin hjá Katrin Ottarsdóttir um føroysk listafólk og teirra skapanartørv heldur nú fram. Annar filmurin í røðini av trimum er nú á veg, og hevur virkna filmskvinnan hesuferð vent upptøkutólinum móti yrkjaranum og listamanninum Tóroddi Poulsen. 



Tóroddurska tíðin

Tóroddur Poulsen (f. 1957) verður ofta lýstur sum ”svarti punk-poeturin”. Og hóast lýsingin kann tykjast ov trong, so er tað júst hansara anarkistiska, eksperimenterandi og sniðfundiga tilgongd til yrkingina eins og til lívið, ið eyðkennir hansara listarliga virkið sum yrkjari, myndlistamaður og tónleikari.

Sermerkti listamaðurin letur ikki hvønn sum helst sleppa inn i sín heim. Og innkomin mátti Katrin Ottarsdóttir sanna, at tað var ávíst, hon mátti lata sær lynda

- At vera saman við Tóroddi merkir, at tú mást sættast við, at her gongur tíðin við tí ferð, sum Tóroddur heldur, at hon skal ganga við. Ikki skjótt, ikki seint, men Tóroddurskt, sigur Katrin Ottarsdóttir og leggur afturat.

- Tankar og hugskot koma, tá tey koma, kanska koma ongi orð tann dagin, tú vilt hava tey at koma; men so koma tey tess sterkari tann dagin, tá tú ikki hevði roknað við nøkrum.

Hon og leggur afturat, at saman við Tóroddi ber tað ikki til at spáa um nakað. Tóroddur sigur ikki hvat sum helst við hvønn sum helst, og eitt upptøkutól ger teg hvørki meir ella minni áhugaverda í hansara eygum.

- Tóroddur veit, nær hann hevur givið tær eina hóskandi dosis. Og hann er ikki oyðslutur. Ofta fært tú onki. Og so allíkavæl ...! Lurtar tú væl, er tað altíð hatta Tóroddurska, og tað eru hesar gloypibitar, sum eg fegin vil geva øðrum lut í, sigur Katrin Ottarsdóttir í sambandi við, at filmurin nú er á veg. 



Trilogi av listaportrettum

Fimurin ”Ein regla um dagin má vera nokk” er annað portrettið av trimum hjá Katrini Ottarsdóttir av føroyskum listafólkum. Tað fyrsta var um myndahøggaran Hans Paula Olsen í filminum ”Ongin kann gera tað perfekta”, meðan tað triðja verður um rithøvundan Jóannes Nielsen. Tann filmurin er longu í gerð.

Tað er Blue Bird Film, ið hevur framleitt ”Ein regla um dagin má vera nokk” við stuðli frá Mentanargrunni Landsins, Mentamálaráðnum, Eik Banka, Fjølrit, Listafelag Føroya og Føroya Skúlabókagrunni

Filmurin um Tóroddur Poulsen verður frumsýndur á Bryggjuni 17. og 18. september klokkan 20, har høvi eisini verður at hitta Katrin Ottarsdóttir til eitt prát um filmin.