Nýggjur føroyskur filmur á veg

Fyrstu royndarupptøkurnar eru nú gjørdar á Sandi, har leikstjórin nú situr og klippur

Føroyski Filmsleikstjórin, Sakaris Stóra, er nú á veg við einum nýggjum filmi. Fyrstu royndarupptøkur til nýggja filmin eru gjørdar í Sandoy, har leikstjórin nú situr og klippir verkið.

 

Hesar upptøkurnar eru tað, tey kalla ein”pilot”, sum er ein filmur á sjey minuttir, og sum gevur eina mynd av innihaldinum í filminum, sjónleikarum, filmsstíli, og umhvørvi. 

 

Samstundis fáa leikstjórin, tekniska toymið, og leikarar, roynt samstarvið. Innanduraupptøkurnar vóru í Skopun, á Sandi og í Skálavík, og upptøkurnar úti vóru vestan fyri Skopun, við Lykkjuvatn og á Dalinum. 

 

Ingun í Skrivaragøtu, sum framleiðir filmin, sigur í morgun, at Sakaris Stórá,  er sera nøgdur við úrslitið. 

 

- Hann helt, at við hesum upptøkum varð funnið fram til kjarnuna í filminum, og hvussu endaliga framleiðslan kann fara fram. 

 

- Hetta er ein samtíðarfilmurin um tvær ungar gentur, sum ikki hava stórvegis í felag, men sum kortini leita eftir tí sama.

 

- Nærgangandi og inniligt lýsir søgan eitt lítið samfelag, sum hóast tað er sera føroyskt, eisini er universelt.

 

Tað er Marjun Syderbø Kjelnæs, ið skrivar handritið í tøttum samstarvi við leikstjóran og tey hava arbeitt saman um handritið síðan á sumri í fjør.

 

Fæst neyðug fígging, er ætlanin at sjálvur filmurin skal takast upp í september í ár.

Hann er mettur at kosta 2,7 milliónir krónur og ein góð byrjan er at Mentamálaráðið hevur játtað 150.000 krónur av filmjáttanini.

 

Eisini fingu leikstjórin og rithøvundurin tríggja mánaða starvsløn í part frá Mentanargrunninum ,og tað hevur givið teimum heilt aðrar møguleikar at arbeiða við handritinum, sum er at halla liðugt, sigur framleiðarin.

 

Annars verður nú roynt bæði innanlands og uttanlands at útvega fíggingina, sum manglar í

 

Ingun í Skrivarastovu leggur dent á, at hetta er ein týdningarmikil partur av at byggja upp eina veruliga føroyska filmsvinnu, og at fáa royndir innan samframleiðslu við eitt nú Danmark og Belgia.

 

Leikararnir, sum vóru við í upptøkunum í Sandoy, vóru tey trý, Helena Heðinsdóttir,  Juliett Nattestad og Treysti Holm Eliasen.’

 

Tey, sum harafturat vóru við, vóru: Ingun í Skrivarastovu, framleiðari, Sakaris Stóra, leikstjóri, Virginie Surdej, upptøkustjóri, Rúni Friis Kjær, upptøkuhjálparmaður, Marjun Syderbø Kjelnæs, leikritahøvundur, Sebastian Schelenz,  ljóð og ráðgeving og Gunnvá Gaard, framleiðsluhjálpari Leikararnir vórur tey trý, Helena Heðinsdóttir,  Juliett Nattestad og Treysti Holm Eliasen.